Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minstagjaldførið bjálvar landskassan

Gjaldførið hjá landskassanum var í miðal kvarta milliard størri í 2018 enn í 2017 – og væl meira enn lógarásetta minstagjaldførið. Partur av yvirskots­gjald­førinum verður brúkt at rinda niður av landskassaskuldini.

Landskassin skal sambært lóg hava 15 prosent av BTÚ í ”reiðum” peningi (gjaldføri), sum skal kunna brúkast at rinda lønir og aðrar skyldur hjá tí almenna í eini kreppustøðu. Í 2018 var kravið um minstagjaldføri 2,67 mia. kr. (reyð linja í Mynd 1 og 2).

Gjaldførið var omanfyri minstakravið, tí avlop hevur verið á fíggjarlógini. Við ársenda var greitt, at miðalgjaldførið fyri 2018 var 3,25 mia. kr. (grøn linja í Mynd 1 og 2). Sostatt hevði landskassin eitt yvirskotsgjaldføri (munur millum miðal- og minstagjaldføri) á meir enn hálva milliard í fjør.

Minstagjaldførið er altíð 15 prosent av BTÚ tvey ár frammanundan. Tað vil siga, at minstagjaldførið fyri 2019, sum eru 2,83 mia. kr., er grundað á BTÚ fyri 2017, sum sambært framrokningum hjá Hagstovuni tá var mett at vera 18,9 mia. kr.

Greiningarfyritøkan Moody's hevur víst á, at lógarásetta minstagjaldførið er gott fyri føroyska kredittvirðið.

Les eisini: Føroyski landskassin fær framvegis metingina Aa3 við støðugum útlitum.

Minstagjaldførið hevur verið støðugt vaksandi, tí BTÚ er vaksið. Miðalgjaldførið er vaksið lutfalsliga skjótari enn minstagjaldførið seinastu trý árini (sí Mynd 2), tí avlop hevur verið á fíggjarlógini. Í 2016 var yvirskotsgjaldføri 150 mió. kr. Í 2018 var yvirskotsgjaldførið vaksið upp í 580 mió. kr.

Tá ið yvirskotsgjaldførið er stórt, kann partur av hesum brúkast at rinda skuld niður. Í 2018 fall eitt lítið annuitetslán á 10 mió. kr. til gjaldingar, og varð rindað aftur við at brúka av gjaldførinum. Næsta lán á 1,1 mia. kr. fellur til gjaldingar í juni í ár.

Av tí at gjaldførið hjá lands­kassa­num í løtuni er væl omanfyri kravið um minsta­gjald­førið, verður ikki neyðugt at endur­fíggja alla upp­hædd­ina, og harvið rindar lands­kassin nakað niður av síni skuld.

Lógin um minstagjaldføri kom í gildi í sambandi við kreppuna fyrst í 90’unum, tá landið kom í eina støðu, har trupult var at finna gjaldføri at rinda lønir og pensjónir. Lógin sigur, at landið skal hava 15 prosent av BTÚ í gjaldføri, tí hetta var mett at vera nóg mikið hjá landinum at rinda lønir, pensjónir og aðrar skyldur í eitt hálvt ár í eini kreppustøðu – tað vil siga uttan nakrar inntøkur. Hetta gevur samstundis landinum tíð til at fyrireika seg til møguliga lántøku.

Les meir í ársfrágreiðingini hjá Landsbankanum fyri 2018.