Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minningarorð um Jógvan Egholm

føddur 24. august 1928, deyður 21. februar 2014

Tann 21. februar andaðist svágur mín, Jógvan Egholm, 85 ára gamal. Hann var føddur og uppvaksin í Jónas Broncksgøtu í Havn, og var sonur Eriku, fødd Justinussen, úr Leirvík, og Alfred Sonne Egholm, vanliga nevndur Affe, úr Havn.

Sum ungur fór Jógvan til skips og sigldi við pápanum, sum var skipari. Hann sigldi eisini nøkur ár við Tjaldrinum, og tá eg eitt stutt tíðarskeið fyrst í 60’unum var dekksdrongur har umborð, komu vit at kennast.

Tá Jógvan gavst við sjólívinum, fór hann at arbeiða ymiskt á landi, og var hann í nógv ár hjá Demich og seinni á goymsluni hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Hann var nærlagdur í sínum arbeiði og vællýddur allastaðni, har hann starvaðist.

Jógvan var giftur við Maju, sum er ættað av Strondum, og tey fingu tvey børn, Eriku og Kristian Alfred. Maja og Jógvan vóru eini fyrimyndarlig hjún í allar mátar. Altíð fryntlig, stillfør og arbeiðssom, og sera trúgv ímóti familju og vinum.

Blíðskapurin hevur verið stórur í hugnaliga heiminum á Traðarvegnum, og mangan hava vit sitið væl har til føðingardagar og høgtíðir. Jógvan var vertskapsmaður, og væl lá fyri hjá honum at fortelja og siga frá, so tað var altíð sera skemtiligt at vera saman við honum.

Jógvan var sera fittur í hondunum og vælgjørdur. Hann var mær ofta góður í ráðum, og hevur hann mangan rætt mær eina hjálpandi hond.

Seinnu árini var heilsan farin at bila, og Jógvan gjørdist meir og meir óhjálpin, so í mars í fjør flutti hann inn á Tjarnargarð at búgva. Tjarnargarður liggur beint oman fyri Egholmstrøð, har Maja og hann settu búgv, so tað var ikki so langt at fara.

Har dámdi honum væl, og Maja var trúgv at vitja – ja, hvønn seinnapart vóru tey saman haruppi. Og tað at elsti beiggi hansara, Eiler og konan Herbjørg, búðu har, áðrenn hann flutti inn, kendist honum eisini trygt og gott.

At Jógvan hevði ein stóran vinaskara, kom til sjóndar til jarðarferðina, tá Ann Dahl Hansen, prestur, fyri fullsettari Havnar kirkju helt eina góða og viðkomandi talu. Eisini var tað hugaligt, at so nógv fólk komu til ervi aftaná.

Jógvan og tey vóru seks systkin, Eiler, Eivind, Jógvan, Sonja, Johan Hendrik og kona mín Hjørdis. Eivind doyði bert 20 ára gamal, men øll hini hava nátt høgan aldur og hava tað gott. Allir makarnir eru á lívi, og sera gott samanhald hevur altíð verið okkara millum, og er saknurin stórur, nú Jógvan er farin.

Góðu Maja, Erika, Petur og Maia, Kristian og Sonja, gott er at hava so nógv og góð minnir um sín mann, pápa, abba og verpápa. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.

Góði Jógvan, vit hava tær nógv at takka fyri. Hvíl í friði.

Heðin við familju