Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minningarhald á hátíð havsins

Veðrið var av tí allarbesta í Reykjavík í dag. Tað var sera hátíðarligt, tá minningarhald teirra sjólætnu varð hildið í morgun í Fossvogskirkjugarði, har Hjálmar Jónsson prestur helt minningargudstænastuna. Kransar vórðu lagdir, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði krans vegna allar føroyingar.

Í dómkirkjuni var sjómannamessa og har varð føroyski sálmurin "Tíðin rennur sum streymur í á" sungin, og prestur nýtti høvið at hugleiða um havið, góða vinalagið og á mangan hátt felags søgu og lagnu føroyinga og íslendinga.

Eftir gudstænastuna fingu føroysku luttakararnir eisini høvið at heilsa uppá bæði fyrrverandi forseta Vígdis Finnbogadóttir og núverandi, Ólav Ragnar Grímsson.

Kelda. www.torshavn.fo