Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minni taðing í Norðuratlantshavinum

Júst sum grasið á landi, krevur gróður í sjónum eisini tøðevni fyri at vaksa. Í nýggjari grein: http://rdcu.be/x8i0, útgivin í Nature Scientific Reports tann 6. November, verður víst, at vetrarnøgdin av tøðevninum silikat í Norðuratlantshavinum – t.v.s. frá Labradorhavinum og heilt norður móti Barentshavinum – er nógv minkað síðani umleið 1990.

Týdningarmikla váruppblómingin hjá plantuæti er grundarlagið undir allari vistskipanini í havinum – plantuæti verður etið av djóraæti, sum verður etið av smáfiski so sum nebbasild. Um okkara leiðir er vanligt at gróðurin um summari gerst avmarkaður vegna silikattrot: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=699:grodhur-og-todhevni-a-sumri&catid=7:tidhindi&Itemid=180 . Minkandi vetrarnøgdin av silikati kann tí merkja, at gróðurin minkar, og kann hetta endurspeglast í hægri liðum í føðiketuni, har allarhelst minni av føði er tøk nú, enn tað var fyrst í 1990unum.
 
Ein orsøk til silikatminkingina eru veðurgóðu vetrarnir síðani umleið 1995, sum hava viðført grunnari blanding og tískil minni tilførslu av tøðríkum djúpum sjógvi upp í ovaru løgini av sjógvi. Hesi viðurskifti hanga eisini saman við, at sonevndi subpolari meldurin hevur verið veikur. Líkt er tó til, at veðurhørðu vetrarnir: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=692&catid=7&Itemid=180 yvir Labrador- og Irmingerhavinum síðani 2014 hava økt um blandingina og styrkt subpolara meldurin. Hetta tykist at hava ført til meiri gróður og betri umstøður á Landgrunninum: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=687&catid=7&Itemid=180 seinastu 2-3 árini.