Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minkandi skattur og meirvirðisgjøld

Sjálvt feigdarárið 2011 tá flakavirkir og heimaflotin vegna kreppu lá við bryggju 2-3 mánaðar, samstundis sum 800 fólk gjørdust arbeiðsleys, fekk landskassin í sín part 1 milliard og 500.000 krónur. Hetta sum fyrr sagt, hóast øll fiskivinna á sjógvi og landið lá lamin ein fjórðingspart av árinum

Vísandi til útrokningar frá Gjaldstovuni, so væntast skattainntøkur landskassans fyri 2014 so dánt ar røkka 1 milliard og 400.000 krónur. Fyri 2-3 døgum síðani greiddi fíggjarmálaráðharrin Brynhild Thomsen í Degi og Viku frá, at flatskatturin var katalysatorurin aftana fyri tann velduga vøkstur í skatta og meirvirðisgjøldunum seinastu árini. Haraftrat so vóru 1700 arbeiðspláss komin aftrat í hesum valskeiðið.

Nú vita vit, at sami fíggjarmálaráðharri ikki er kendur fyri at vera nakað sannleikavitni. Helst er tað av gomlum vana, at hóast hann er væl vitandi um, at almenn tøl í fíggjarmálaráðnum boða frá minkandi skattainntøkum eins og minkandi meirvirðisgjaldið, so sleingir hann ósannindir út í almennum fjølmiðlum, uttan at skammast.

Onkur tingmaður vildi verða vi, at flatskatturin skuldi verða so góður, at fólk fóru at arbeiða 7 dagar um vikuna orsaka hesum vælsignilsi. Hinvegin gjørdist veruleikin júst tað sum sitandi andstøða spáddi, at flatskatturin kom at gerast eitt eldorado hjá bilasølunum, einki annað.

So hóast 1000 milliónir krónir við at forskatta pensiónirnar eru sprændar út í samfelgið til tær hægru inntøkurnar, sæst einki sum helst til, at tað hevur broytt búskapargongdina til tað betra, tvørtur ímóti.

Afturat skattalættanum hevur tað almenna gjørt milliarda íløgur ,har bara Marknagilsdepilin kostar 1/2 milliard. 2 uppisjóarvirkir eru bygd ið hvørt kostaði út við 250 milliónir, eins og Luna er í ferð við at gera eina slóðbrótandi ætlan, ið kanska kemur at kollvelta framtíðar alivinnun um allan heim. Alivinnan setur met, bæði í nøgd og prísvøkstri, samstundis sum allir undirveitarar hjá alivinnuna, hava úr at gera o.s.fr. Eisini hevur tað verið neyðugt, at broyta ALS lógina, so útlendsk arbeiðsmegi kundi koma til føroya, tí vit hava lægsta arbeiðsloysi í heiminum.

Uppisjóarflotin hevur so stóra kvota, at tað er um reppið, at flotin klárar, at fáa alla kvotuna til hólvdar, nú vit eru komin út í oktobur mánaða.

So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu kann tað bera til, at við øllum barometrum sum peika beint uppeftir, so mega vit ásanna, at skattainntøkurnar eru minni enn tær vóru í 2011, tá samfelagið og høvusvinna bæði á sjógvi og landið var á álvarsligari kreppu. Samstundis eru meirvirðisgjøldini við tí ógvusliga virksemi minkandi ellla stagneraði.

Frank Davidsen