Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minka um fylgjurnar og betra um lívskorini hjá teimum, sum eru rakt av apopleksi og afasi

Heilafelagið skipaði fyri eykaaðalfundi tann 16. oktober 2015. 

Tíðindaskriv frá Heilafelagnum

Á dagskránni var val av 3 nevndarlimum og 1 tiltakslimi.

Uppskot til nevndarlimir vóru: Maud Wang Hansen, Jógvan Telling Joensen og Estur Lognberg. Tey vóru øll vald. Helena Fríðheim varð vald eykalimur.

Sambært viðtøkunum standa tey, sum eru vald á eykaaðalfundi, fyri valið aftur á árliga aðalfundinum, sum verður i apríl 2016.

Á nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nýggja nevndin seg soleiðis:

Formaður, Maud Wang Hansen   
Næstformaður, Emil Michelsen   
Kassameistari, Estur Lognberg   
Nevndarlimur, Jógvan T. Joensen 
Nevndarlimur, Ann Hovland
 
1. Tiltakslimur Tove Hansen       
2. Tiltakslimur Helena Fríðheim 

Fyrsta tiltakið sum nýggja nevndin skipar fyri, er árligi jólahugnin, sum verður hildin tann 22. november kl.15.00 – 18.00 í hølunum hjá MBF, Íslandsvegur 10.

Endamálið hjá nevndini er, sambært viðtøkunum, at styrkja um møguleikarnar fyri skjótari viðgerð og endurvenjing og at stuðla royndum, sum hava til endamáls, og harvið at minka um fylgjurnar og betra um lívskorini hjá teimum, sum eru rakt av apopleksi og afasi.

Kunning er ein tíðandi táttur í fyribyrgingini, eins og leikluturin at stuðla raktum og teirra avvarðandi er sera týdningarmikil. At kunna og ráðgeva um stuðul, skeið og aðra hjálp er sambært viðtøkunum eisini ein viðkomandi leiklutur hjá nevndini eins og luttøka í tí tjóðskaparliga, norðurlenska og altjóða samstarvinum.

Alemen heilsa, fyribyrging eins og endurbúgving eru av allar størsta týdningi.

Nevnast kann, at tætt samstarv er við íslendska Heilafelagið og fer nevndin, at kanna hvørjar royndir tey hava gjørt sær og í hvønn mun hetta kann førast yvir á føroysk viðurskifti.

Sambært hagtølum verður mett, at í Føroyum verða umleið 100 fólk árliga rakt av blóðtøppi í heilanum, heilabløðing, vanlukku ella av øðrum orsøkum fáa skaða á heilan. 

Ein stórur partur av teimum, sum verða rakt, missa heilt ella lutvíst tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Umframt hetta, so verður øll familjan hart rakt av broyttu lívsstøðunum og tað er ikki sørt at tabu eisini er rundanum fylgjurnar av at fáa ein heilaskaða. 

Nýggja nevndin er spent farin til verka og gleðir seg at hitta so nógvar limir sum gjørligt til árliga jólahugnan tann 22. november kl.15.00-18.00 í felagshølunum hjá MBF.

Nevndin