Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mín gud er best, tí eg eri fødd/ur og uppvaksin í Føroyum!

Vit síggja, hoyra og merkja dagliga, at tað er kristindómur, sum er tann dominerandi religiónin í Føroyum. Vit hava andakt/kirkjugongd/møti í almennum sjón- og útvarpi, vit hava kirkjuskatt, vit hava morgunsang í fólkaskúlanum, vit hava kristni í 10 ár í fólkaskúlanum, tað er beinleiðis ólógligt ikki at geva fólkaskúlabørnum eina kristna uppaling, svimjihøllin er stongd í kirkjutíð og sjálvt tá vit doyggja, so fer jarðarferðin fram gjøgnum kirkjuna.

Samstundis sum vit pástanda, at Føroyar byggja á trúarfrælsi, so er tað ógjørligt at sleppa undan kristindómi, hóast tað er øgiliga lætt at sleppa undan 1000 tals øðrum religiónum.

Lat okkum bara siga, at vit hava funnið okkara favoritt religión. Og fyri at halda fast við okkara favoritt religión, so syrgja mynduleikarnir fyri, at øll verða tvangsfóðraði við kristindómi úr øllum ættum, men so kemur spurningurin: Hvussu vita vit, at kristindómurin er tann einasta rætta religiónin framum 1000 tals aðrar religiónir?

Svarið er merkiliga einfalt. Vit taka kristindómin framum alt annað, tí vit eru fødd og uppvaksin í Føroyum. Ja, tað er faktiskt so simpult. Og tá geografisk tilvild er tann avgerandi faktorurin fyri, hvussu tú hevur funnið tann rætta gudin framum 1000 tals aðrar, so er argumentið onki frægari enn blind nationalisma, sum sigur: “Mítt land er betri enn títt, tí eg eri føddur og uppvaksin her!”

Hergeir Staksberg