Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Milliónalønirnar og grammleikin

TEMA UM LØNIR: Ógvisligu stjóralønirnar, stóru gyltu lógvatøkini og risastórar lønarviðbøtur eru fyri atfinningum sum ódámlig fyribrigdi, sum kunnu hava ta avleiðing, at politikarar mugu leggja vinnuni avmarkingar. Gongdin kann hava við sær negativa ávirkan á heimsbúskapin og hava búskaparliga afturgongd við sær fyri øll
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
Fyri tveimum vikum síðan skrivaði fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, eitt lesarabræv í danska blaðnum Berlingske, har hann fanst at teimum ógvusligu avrokningarskipanunum til stjórar í fyritøkum.
 
Hetta hendir eftir tíðindini um, at stjórin í KT-fyritøkuni, Nets, sum stórt sæð allir føroyingar kenna, fekk eina lønarviðbót uppá 500 milliónir krónur í samband við, at hann hevði skrásett felagið í keypskálanum í Keypmannahavn. Ein onnur orsøk var, at fráfarnu stjórarnir í Danish Agro og Novo høvdu fingið ávikavist 21 milliónir krónur og 66 milliónir krónur í fráfaringarløn – sum eitt gylt lógvatak, tá teir fóru frá.
 
Sambært fyrrverandi uttanríkisráðharranum kann hesin grammleikin enda við, at fólkið til endans ger uppreistur sum í síðsta enda kann hava búskaparliga afturgongd við sær.
 
Hóast Per Stig Møller tosar um grammar stjórar, hevur hann í størri mun at nevndunum fyri, at tær í heila tikið góðtaka slíkar avtalur, har stjórar fáa upp til fleiri hundrað milliónir krónur í viðbót.
 
- Trupulleikin er, at tað yvirhøvur er nakar, ið fær slíkt í boði, sigur hann.
 
Kring allan heim
Hóast føroysku stjóralønirnar ikki eru í sama flokki, hvørki tá tað snýr seg um sjálvar stjóralønirnar ella tá talan er um gylt lógvatøk, so hava vit tó dømi um stjórar, sum fáa fleiri milliónir krónur í løn um árið. Og vit hava eisini dømi um, at stjórar, sum fara úr starvi, fáa løn í tvey ár eftir, at teir eru farnir úr starvi. Eisini almennir stjórar.
 
Tað er hvørki bara her ella í Danmark, at hetta fyribrigdi ger um seg, og tað er heldur ikki eitt nýtt fyribrigdi.
 
Beint eftir fíggjarkreppuna fanst táverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, at viðbótunum og fráfaringarlønunum hjá stjórunum í fíggingarfyritøkum, sum vóru í svárari neyð.
 
Longu í 2009 fanst hann í einari útvarpsrøðu hvassliga at, at fyritøkur á Wall Street, sum høvdu biðið samveldisstjórnina um hjálp, tí tey vóru í neyð, um sama mundið høvdu goldið 20 milliardir dollarar – tað svaraði tá til 116 milliardir krónur – í viðbótum ella bonus.
 
- Hetta er bæði arrogansa og grammleiki, segði forsetin.
 
Vit eru á veg
Hóast tað enn vist ikki er nakar stjóri, sum hevur fingið so nógv í viðbót ella gyltum lógvataki, tá viðkomandi er farin frá sum teir, ið eru nevndir omanfyri, og hóast vit heldur ikki kunnu fylgja heilt við, tá vit tosa um høgar stjóralønir, so eru ábendingar um, at vit eru á veg tann vegin.
 
Eitt er, at hetta hendir í privatum feløgum. Har er tað jú í grundini upp til eigararnar – og nevndina sjálvandi – at gera av, hvussu høg lønin er. Og eru eigararnir ónøgdir við nevndina, so kann hon altíð skiftast út á aðalfundinum.
 
Tað, sum kanska er meira undrunarsamt er, at eisini tey almennu partafeløgini eru farin at rinda stjóralønir í milliónaklassanum. Tað eru Føroya Tele, Atlantic Airways og Posta dømi um.
 
Grundgevingin er ofta, at kann felagið ikki rinda “røttu” lønina, so er ivasamt, um tað ber til at fáa fatur á rætta persóninum at vera stjóri.
 
Trupulleikin er, at tá eitt slíkt felag verður lagt út á privata marknaðin, fær felagið sítt egna lív, og politiska skipanin missir ávirkanina á feløgini. Spurningurin er tá, um privatiseringin tá er nóg væl skipað, tí tað gevur ikki meining, at ein almennur stjóri kann fáa tvífalt so nógv í lønarposan sum ein annar, bara tí at felagið viðkomandi er stjóri fyri, er lagt út um almennu skipanina.