Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MIKUKVØLDIÐ SPÆLIR MONKEYRAT SÍNA EINASTU KONSERT Í HAVN Á HESUM SINNI

Mikudagin, 19. mars kl. 20.00, fer kult-bókurin MonkeyRat "á pall" í stovuni í heiminum hjá Maud og Jens Paula Heinesen, sálu, í Stoffalág 18 í Havn at undirhalda við teirra kula Spoken Funk tónleiki. Hesaferð sum duo ft. Róin Siggertsson.

F'LJÓÐ stovukonsertir & kvøldsetur:

Talið av plássum er avmarkað, tí konsertin fer fram í eini privatari stovu. Tey, sum vilja tryggja sær pláss til stovukonsertina hjá MonkeyRat duo ft. Róin Siggertsson mikukvøldið 19. mars, kl. 20.00, í Stoffalág 18 í Havn, kunnu skriva til Elina Brimheim Heinesen á Facebook ella við t-posti: elin@heinesen.fo.

Nærri fæst at vita um konsertina her:

https://www.facebook.com/events/1402772763321865/

UM MONKEYRAT

MonkeyRat er ein tónleikabólkur, sum føroyski Arnold Ludvig og canadisk/italska Anna Iachino standa á odda fyri. Til ber at siga, at MonkeyRat næstan fekk kult status í Føroyum, tá fyrsta fløga teirra, “Fuck the Jante Law” kom út í 2010. Hetta var nakað, sum nógv bitu merki í.

Tey bæði, Arnold og Anna, búðu í Canada í nógv ár, síðani í Føroyum nøkur ár, og seinastu árini hava tey havt heimstað í Keypmannahavn, har tey hava verið sera aktiv og hava spælt nógvar konsertir.

Aftrat sær hava MonkeyRat ofta gestasangarar - t.d. hevur føroyski roWan (Róin Siggertsson) verið nokkso fastur gestasangari hjá MonkeyRat, og hann syngur eisini við á útgávum teirra, umframt á stovukonsertini mikukvøldið.

Í løtuni búgva tey bæði aftur eina tíð í Føroyum, hesaferð á Sandi.

Umframt eina einstaka framførslu á einum 8. mars haldi á Sandoynni, verður F’LJÓÐ stovukonsertin einasta konsert, tey hava í Havn á hesum sinni.

Fyrsta fløgan, “Fuck the Jante Law”, kom sum nevnt í 2010 og fekk góða undirtøku í Føroyum. Hon lá væl á føroysku listunum, t.d. á 15 teim Bestu. ** Seinna útgávan, “Sunshine”, sum kom út í 2012, var eisini væl móttikin. Hon var eins og tann fyrra ein blandingur av sjangrum, serliga funk, jazz, rap og reggae, sum renna saman til tað, sum nevnist Spoken Funk, ið eyðkennir tónleikin hjá MonkeyRat.

UM F’LJÒÐ STOVUKONSERTIRNAR

Tað eru tær báðar, Elin Brimheim Heinesen og Eir í Ólavsstovu, sum skipa fyri F’LJÓÐ stovukonsertunum. Hetta verður gjørt til frama fyri MUSIC.fo, sum er einasta netmagasinið í heiminum um føroyskan tónleik og føroyskar tónleikarar á enskum máli. Harumframt verða tiltøkini eisini hildin fyri at varpa ljós á skaldskapin hjá foreldraættarliðnum, siga tær.

F'LJÓÐ tiltøkini fara fram í heiminum hjá Maud Heinesen, sálu, og Jens Paula Heinesen, sála, í Stoffalág 18 í Havn. Maud andaðist í 2005, og Jens Pauli andaðist í 2011, men hugnaliga heim teirra stendur enn, sum tá tey bæði búðu í tí, so gott sum óbroytt líka síðani 1975. Stova teirra er ein fjálgur karmur um hesar sameindu konsertir og kvøldsetur.

Tær báðar vilja nýta høvið til at endurupplívga og breiða út kunnleikan til skaldskapin hjá hjúnunum Maud og Jens Paula Heinesen, og hjá Ólavi Michelsen og Thomas Napoleon Djurhuus (eisini nevndur Tongla-Tummas). Teir tríggir: Jens Pauli, pápi Elina, og Ólavur, pápi Eir, umframt Tongla-Tummas vóru bestu vinmenn í ungum árum, áðrenn teir báðir síðstu doyðu alt ov ungir.

- Umframt tónleikin vilja vit geva fólki møguleika at uppliva og fáa eyga á virðismiklan skaldskap, so hann ikki fer í gloymibókina. Vónin er, at hesin mentanararvur eisini kann vinna sær ein yngri fjepparaskara, sigur Elin.

- Tiltøkini eru eitt gott høvi fyri tey, sum skulu framføra, at geva sínum fjepparum eina serliga uppliving og kanska eisini at finna sær nýggjar áhoyrarar, ið veruliga geva tónlist teirra ans, sigur Eir.

Til ber at halda eyga við, nær næsta F’LJÓÐ stovukonsertin verður á Facebook: https://www.facebook.com/fljod - ella á kalendaranum á http://MUSIC.fo/

Vegna F’LJÓÐ

Elin Brimheim Heinesen

Web: http://music.fo

http://heinesen.info

E-mail: elin@heinesen.info