Mikudagin kl. 15:00 verður kunningartiltak um lønarhagtøl
Hagstova Føroya fer í næstum at kunngera lønarhattøl, og nýggja hagtalsframleiðslan setur ávís krøv til upplýsing frá arbeiðsgevarum.
Á fundinum fer Kári Holm Johannesen, deildarleiðari í Hagstovu Føroya, at greiða nærri frá hesum, umframt týdningin av at fáa til vega lønarhagtøl fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.