Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mikkel Lohse er 33 ára gamal og býr í Havn. Hann skal í dyst móti Irdi Lið Gaardlykke úr Miðvági um leysa nevndarsessin í Pedagogfelagnum.

Mikkel vil hava eitt meira solidariskt felag

Mikkel Lohse í Havn stillar upp sum hjálparfólk til nevndarvalið. Á aðalfundinum 5. apríl skal nýtt hjálparfólkaumboð veljast í nevndina í Føroya Pedagogfelag í eitt ár fyri Jannie S. í Skálum. Hon fer úr nevndini í ótíð, tí hon er farin at lesa til námsfrøðing. Tveir kandidatar eru til sessin, Irdi Lið Gaardlykke og Mikkel Lohse.

Skrivað hevur: PRESS

“Verður tað upp til mín, so verður Pedagogfelagið eitt solidariskari og sterkari felag á øllum økjum í framtíðini”, sigur Mikkel Lohse, valevni til nevndarvalið komandi.

Mikkel Lohse er ættaður úr Danmark, men hevur síðan mars í 2008 arbeitt sum hjálparfólk í frítíðarheiminum í Badmintonhøllini í Havn. Hann er eisini tengdur at Klub 188 í Hoyvík, og er eisini nevndarlimur í fótbóltsfelagnum Gisa í Hoyvík. Haraftrat arbeiðir hann av og á sum kokkur á Irish Pub.

“Fyrst av øllum haldi eg tað vera neyðugt fyri limirnar, at pensjónsgjøldini verða tey somu fyri allar limir, bæði hjálparfólk og námsfrøðingar. Tað gevur solidaritet, og solidaritetur gevur trivnað”, heldur hann.

Mikkel Lohse vil eisini arbeiða fyri at útvega limum felagsins hægri løn. Hann heldur tað ikki vera rætt, at teirra limir liggja langt undir lønini hjá t.d. lærarum og sjúkrarøktarfrøðingum.

“Vit mugu leggja eina langtíðar ætlan um, hvussu vit røkka røkka á mál. Eg haldi tað vera skeivt at byrja í hægra endanum og royna at hála hægstu lønirnar upp. Tað er rættari og betri at byrja við lægstu lønunum, og á tann hátt skumpa allar lønir upp”, sigur Mikkel Lohse.

Mikkel Lohse harmast um, at so fáir menn arbeiða á námsfrøðiliga økinum. Men hann heldur, at eitt sterkari felag kann bøta um tað.

“Tí vit, sum arbeiða innan hetta økið, elska okkara arbeiði. Annars gjørdu vit tað ikki fyri hesa lønina. Fáa vit so betri lønarviðurskifti, og sum heild eitt sterkari felag, kundi tað drigið fleiri mannfólk inn í hetta fakið”, heldur hann.

33 ára gamli Mikkel Lohse er vanur við fakfelagsarbeiði og politiskt arbeiði úr Danmark. Hann hevur m.a. hildið røðu á Christiansborgs Slotsplads fyri 40.000 fólkum. Størsta frítíðarítriv hansara er fiskiskapur. Honum dámar væl at vera við tráðuni, og hann er eisini mangan á floti, har hann roynir eftir kalva og hemara.

Mikkel Lohse livir saman Ebbu Lisberg Hansen, og tey bæði eiga 2 ára gamla sonin, Ejnar.

Kelda: www.pedagogfelag.fo