Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mikil er megin

“Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Soleiðis verður tikið til í Sálmunum. Mikil man megin hava verið og er megin í honum, tí mánadagin 4. november fer ein vælkendur skipari í Lamba frískur og ferðugur um áttati ára hvarvið. Sámal Jóhan Gaardlykke.

Landið er lítið, men havið er stórt. Í tí seinra rásarúminum valdi Gerðismaðurin at brúka sítt lív. Hann er uppvaksin í Lamba og í Norðurhøvum. Sonur Meinhard í Gerðinum og Albertu. Hon var dóttir Christian í Grótinum, og vaks upp á Dunganum í Syðrugøtu. Húsmóðurin Anna Kristina og Christian vóru systkin, og táið fastirin og Petur Jacob vóru barnleys, tóku tey Albertu til sín, og heilt nógv samband var ímillum tey í Gerðinum í Lamba og Dungahúsini alla ta tíð tey bæði gomlu vóru uppi á døgum.

Ein maður er tað, sum evnini bera hann til, men umhvørvið hann veksur upp í man skroyva nakað væl upp í mansevnini eisini. Viderø nevnir m.a. Jóannes á Fløtunum í Saga Lamba, - ein granni hjá Gerðisfólkunum. Tiltikin útróðrarmaður, og presturin hevði tað á orði í jarðarferðartaluni, meðan grimdarregnið dukaði niður á kirkjutakið, táið hann var farin í annað ljós at vera, at hann doyði sum hann hevði livað. Mangan komin vátur aftur at landi illa bardur av teim stóru bárum.

14 ára gamal og nýliga fermdur fer Sámal Jóhan til skips á fyrsta sinni. Til Grønlands á saltfiskaveiði við “Phebe” hjá D.P. Højgaard á Toftum. Veiðihugurin er eftir øllum at døma viðføddur, hann gjøtlar íðin til miðis, bara líkindir eru, men næstu árini eru tað helst tveir av skyldmonnum hansara, sum meiri enn nakar annar kveikja hugin hjá honum til at taka ábyrgdina á seg, - krevjandi leiklutin at føra eitt skip. Pápabeiggin Karl Gaardlykke og morbróðurin Palli hjá Marionnu, sum norðingar róptu og rópa hann, meðan vit eysturoyingar oftast hava rópt hann Palli í Grótinum. Slektin kemur upprunaliga av Skipanesi, tað kann vera orsøkin til hendan munin.

Karl var skipari á “Phebe” og Sámal Jóhan var við honum í 1948 og í 1949. Í 50 og 51 var hann við Palla, sum førdi “Polarstjørnuna” hjá Kjølbro. Teir royndu undir Íslandi og Grønlandi og vóru eisini á sild í Eysturdjúpinum. Í 52 var hann við “Haraldi”, sum Karl førdi og í 53 leigaðu Sámal Jóhan, Karl Gaardlykke, Sámal Jákup Lamhauge og Dia á Kinn danska skipið “Mik” til sildaveiði. Dia í Kálvhúsinum á Glyvrum var skipari. Í 54 og 55 var hann aftur við “Haraldi”.

22 ára gamal tekur Sámal Jóhan skiparaprógv á Føroya Sjómansskúla. Haðani fór hann við “Torrasól” hjá Peturi Dahl í Havn. Hann fer kortini aftur við “Haraldi”, og nú loysir hann Karl av onkran túrin sum skipari. Hann førir “Harald” seinasta túrin hendan sluppin gjørdi yvirhøvur – á saltfiskaveiði undir Grønlandi, hetta var í 1959. Í 61 var hann við “Klakki” við mammubeiggjanum Palla, og táið hesin fór at føra “Jákup B”, var hann bestimaður hansara frá 1963 til og við 1965.** Árini frá 1967 til og við 1977 førdi Sámal Jóhan “Stranding” hjá Pf. Langanesi á Strondum. Teir vóru fyri tað mesta á saltfiskaveiði undir Grønlandi og við Nýfunnaland. Teir løgdu veiðina upp í Portugal, Danmørk, Noregi og í Føroyum. Næstu árini róði hann út, men í 1981 keypti hann línubátin “Grunning” frá Fløtumonnunum á Strondum. Í mong ár førdi hann bátin á snellu- og garnaveiði undir Føroyum og Íslandi.

Hann slepti kortini ikki havinum og havið slepti ikki honum, táið hann seldi “Grunning”, og hann í egnum regi gavst við skiparakstri. Dyggu fjalirnar í seksmannafarinum “Jarnheysi” hava fingið toyggið síðani, og hann flýtur bara tað viðrar. Áræði, skil, vísdómur og styrki díkja á hann, og er klúgvandi út eftir Víkini verður “Jarnheysur” drigin oman av Støðni í Lamba. Á myndini – sum var tikin fyrst í vikuni – er hann komin aftur at landi við 900 pundum av góðari veiði.

Sámal Jóhan bleiv einkjumaður fyri mongum árum síðani, táið hann misti konuna Olgu av sjúku. Tey bæði eiga børnini Almu, Jancy, Onnu Mariu og Jákup Petur. Seinri funnu hann og Jonna saman. Hon er væl kend um okkara leiðir, búleikaði á Glyvrum í mong ár, saman við manninum og bygdarmyndini Havnar-Jákupi, sum doyði alt ov ungur – í bestu árum. Hetta hevur gjørt Gerðismannin til ein pendlara, sum er í høvuðsstaðnum táið uppiløga er, men so títt og knapt tað er rógvandi út, er hann ávegis til heimbygdina aftur. Havið sleppur honum ikki.

Ein rættur kappi fer um áttatiára hvarvið mánadagin, og vit ynskja honum hjartaliga til lukku við degnum, við ynskinum um blíðan byr og manga góða veiðiferð við “Jarnheysi” í ókomnum døgum og árum.

TM&TJ