Miðlastuðul latin seks miðlum
Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2021. Niðurstøðan er, at seks føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.
Sjey umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er ein umsøkjari færri enn í fjør. Teir seks miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 182.941,76 kr. upp í 606.478,77 kr. í stuðli í ár.
Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2021 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2020:
Sosialurin kr. 606.478,77
Portal.fo kr. 365.616,23
Dimmalætting kr. 349.370,30
Norðlýsið kr. 269.107,19
FM1 kr. 226.485,76
VP.fo kr. 182.941,76
Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.
Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum seks miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, minkaðar úr umleið 21,5 til 20,1 mió. kr.
Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum sjey umsóknunum fylgt leistinum frá seinastu fýra árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.
Vegna Miðlastuðulsnevndina
Eirikur í Jákupsstovu, formaður