Miðlaskaptur veruleiki uttan fjølmiðlaetisk mørk
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vil trýsta Tórshavnar kommunu inn í ein einoygdan samanhang og eina órímiliga dagsskrá, ið kommunan sjálvandi ikki kann spæla við í.
Kampanju-journalistikkurin í Sjónvarpi Kringvarpsins heldur fram.
Nýggjasta snaringin av málinum um eina ávísa byggimálsviðgerð í Tórshavnar kommunu er farin at snúgva seg um, at "einaræði" valdar í býráðnum.
Hvør skal siga: tá ið man ikki fær fatur á bóltinum, so fer man eftir manninum.
Bakgrundin er, at borgarstjórin hevur heitt á býráðslimir í samgongu og andstøðu um ikki at spæla við í fjølmiðlaskapta veruleikanum hjá Sjónvarpinum.
Hví ger borgarstjórin tað?
Jú, tí kampanjan, sum nú rullar eftir skíggjanum, og samskiftið við sjónvarpsjournalistin aftan fyri kampanjuna, bendir týðiliga á, at her er talan um órímiligan og einoygdan journalistikk, har ið "skurkurin" ikki sleppur reelt til orðanna.
Borgarstjórin hevur evstu ábyrgd av fyrisitingini í Tórshavnar kommunu, og tí er tað púra náttúrligt, at tað er hann, ið úttalar seg vegna kommununa í hesum máli.
Í Kringvarpinum er tað sjónvarpsstjórin ella formaðurin í kringvarpsnevndini, ið úttalar seg vegna stovnin. Hetta sigur seg sjálvt, og tað er ikki øðrvísi í kommununi.
Fyri at mála myndina av kommununi kolasvarta hevði Sjónvarpið fríggjakvøldið leitað sær stuðul frá einum blaðstjóra, ið hevði neyvt somu hugsan sum Sjónvarpið.
Keldan passaði inn í miðlaskapta veruleikan hjá Sjónvarpinum, tí Dimmalætting hevur brúkt Sjónvarpið sum keldu til at endurgeva somu søgu á eins ókritiska hátt. Og í sjónvarpsstovuni kundu tveir fjølmiðlamenn tí sita og geva hvørjum øðrum rætt í, at umsitingin hjá kommununi "ber fram ósannindi", og at "maktin" trívist bert í "myrkalegging".
Her eru nakrir av spurningunum, sum vórðu settir í sjónvarpsstovuni:
• "Hvat sigur tú um slíka framferð?"
• "Eru teir (býráðslimir, mín viðm.) ikki longu partur av málinum í og við, at teir sita í býráðnum?"
• "Hvussu fáa vit valdar politikarar at skilja, at teir eru partur av sama fólkaræði, sum fjølmiðlarnir eru partur av?"
• "Men tá ið tey (umsitingin, mín viðm.) vita betur, og ikki gera tað, so er tað væl tí, at tey eru bangin fyri politikarum, ella hvat?"
• "Men er tað nóg mikið, at fáa bilbukt við ta myrkalegging, sum maktin í Føroyum trívist so væl inni undir?"
Hetta eru alt ein røð av leiðandi spurningum, sum taka støði í miðlaskapta veruleikanum hjá Sjónvarpinum, ið Dimmalætting hevur valt at eftirapa og gerast partur av.
Tað síggja øll.
Endamálið er, at allir hyggjarar skulu nikka játtandi og saman við journalistunum siga, at kommunan er skurkurin.
Tórshavnar kommuna er ikki skurkurin og viðvirkar ikki í hesum manipulerandi spælinum, har Sjónvarpið setir allar fjølmiðlaetiskar reglur til viks!!!
Heðin Mortensen
Borgarstjóri