Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðlaheimurin broytist

Páll Poulsen skrivar:

Í sekstiárunum var mest vanligt um morgnarnar at fólk lurta eftir Tórshavn Radio á 2069. Tá tað stundaði til døgverða og fiskafrikallulukturin merktist millum húsini, bleiv flutt yvir á norðmannin Møre & Romsdal. Útvarpið kom kl 12, teir sendu tónleik uttan presentatión, var tað tango, so var Niels Juel har, segði tað “krash-bang”, var tað Ívar.

Seinast í sjeytiárunum komu sjónvarpsfeløgini og Svf bleiv stovnað í 1983. Útvarpið kom í 1957, men senditíðin var bert fáar tímar um dagin. Ídag er tað fáur sum skilir at Niels Juel kláraði so stórt innsavningararbeiði við so lítlari útgerð og so lítlari manning. Ein so beinrakin undirhaldssending sum V4 rakti humoristisku æðrina, og politikarar fingu sítt at føla. Nøkur ár seinni sótu fólk rúnarbundin hvørt leygarkvøld, tí “Dallas” var á skránni. Miðbýurin í Havn var mangan tjokkfullur av fólki seint summarkvøldini í sjeytiárunum, men tá sjónvarpið kom, tømdust gøturnar, og ommurnar noyddust á Bingo, fyri at koma í samband við onnur fólk.

Teldurnar komu rættiliga í drift í áttatiárunum, bløðini fingu teldur og gamla prentarahondverkið var ikki tað sama longur.

í farnari tíð brúktu menn kraftblokkin at dyrgja eftir konufólki, og mangan settu teirra fríggjarabrøgd lívið í váða. Í dag kallast tað Faroedating, tað er ikki neyðugt at fara langar fríggjaraferðir. Oyggjatíðindi kom í 1976, og kemur einaferð um vikuna í PDF sniði. Hetta riggar avbera væl, og seinasta Tema-blaðið um Fámará vísir, at blaðið enn er rossið, sum togar hinar systemtreytaðu miðlarnar aftaná sær...

Lesið allan bloggin her: http://havninonline.wordpress.com/2013/06/19/midlaheimurin-broytist/