Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðbýurin sløknar leygarkvøldið

Tórshavnar kommuna verður partur av altjóða átakinum ”Earth Hour 60” leygardagin 29. mars. Í ein tíma fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.

Øll kunnu taka lut í tiltakinum henda tíman. Tú kanst melda teg til tiltakið HER https://www.facebook.com/events/549686998477752

á Facebook - eisini um tú ætlar at verða heima hetta kvøldið, men kortini ynskir at sløkkja ljósið.

Í ár verður ljósið sløkt í miðbýnum leygarkvøldið 29. mars frá kl. 20:30-21:30.

Gøtuljósini í miðbýarøkinum eru øll sløkt henda tíman. Neyvt yvirlit yvir økið, har ljósið verður sløkt, sæst HER. http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1713

Umframt at ljósið verður sløkt, fara starvsfólk og ungdómar á Margarinfabrikkini at skipa fyri tiltaki á Speakers’ Corner. Á skránni verður tónleikur og dansur.

Kommunan bjóðar flótt kokao, og Sigrun Mohr, býráðslimur, fer at flyta fram røðu í myrkrinum.

Samstundis, sum Tórshavnar kommuna er við í átakinum “Earth Hour”, mælir kommunan øllum borgarum og øðrum at gera tað sama; at sløkkja ljósið henda tíman, leygarkvøldið 29. mars. Tað verður myrkt hesa løtuna í miðbýnum, tí heitir kommunan eisini á øll um at taka lummalyktir við til tiltakið.

Átakið byrjaði í Sidney í Avstralia í 2007, tá 2,2 mió. fólk sløktu ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Síðani eru lond kring allan heim løgd aftrat skránni á hvørjum ári.

Tórshavnar kommuna hevur tikið lut í ”Earth Hour 60” síðani 2009. Undirtøkan fyri átakinum hevur verið sera góð hesi árini.

Tórshavnar kommuna heitir á øll fólk um at verða ansin í ferðsluni myrku løtuna!