Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MIÐBÝURIN SLØKNAR LEYGARDAGIN

Tórshavnar kommuna er við í altjóða átakinum Earth Hour leygardagin 28. mars. Í ein tíma fara menniskju kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at sýna umhvørvinum ans.

Øll kunnu taka lut í tiltakinum henda tíman. Tú kanst melda teg til tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1464418600514863 á Facebook - eisini um tú ætlar at verða heima hetta kvøldið, men kortini ynskir at sløkkja ljósið.

Í ár eru øll gøtuljósini sløkt í miðbýnum leygarkvøldið 28. mars frá kl. 20:30-21:30. Neyvt yvirlit yvir økið, har ljósið verður sløkt, sæst her: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1713 

Umframt at ljósið verður sløkt, fara starvsfólk og ungdómar á Margarinfabrikkini at skipa fyri tiltaki á Speakers’ Corner. Á skránni verður millum annað tónleikur og dansur. Skráin veðrur tøk á torshavn.fo í vikuni.

Kommunan bjóðar flótt kakao, og Sigrun Mohr, býráðslimur, fer at flyta fram røðu í myrkrinum.

Samstundis, sum Tórshavnar kommuna er við í átakinum Earth Hour, mælir kommunan øllum borgarum og øðrum at gera tað sama; at sløkkja ljósið í ein tíma leygarkvøldið 28. mars. Tað verður myrkt hesa løtuna í miðbýnum, tí heitir kommunan eisini á øll um at taka lummalyktir við til tiltakið.

Átakið byrjaði í Sidney í Avstralia í 2007, tá ið 2,2 mió. fólk sløktu ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Síðani eru lond kring allan heim løgd aftrat skránni á hvørjum ári.

Tórshavnar kommuna hevur tikið lut í Earth Hour síðani 2009. Undirtøkan fyri átakinum hevur verið sera góð hesi árini. 

Tórshavnar kommuna heitir á øll fólk um at verða ansin í ferðsluni myrku løtuna!