Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðbýurin má mennast

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Eri komin á Lista E til valið til Tórshavnar býráð. Vit hava verið í samgongu har í átta ár. Hetta er tann samgonga í Tórshavnar býráð, sum hevur fingið mest av skafti, tí vit hava brúkt kreftirnar til at fremja framstigini.

Men hóast tað er tíbetur nógv eftir at gera. Miðbýurin er eitt, sum gongur aftur á hvørjum vali. Gjørdar eru upp í leypar av ætlanum, og har legst bara meir og meir oman á rokan.

Stundin er langtsíðani komin til, at býráðið tekur saman um tað, sum finst av hugskotum, og stingur út í kortið, hvat ið skal gerast og hvussu. Eitt gamalt orð sigur, at sein kúgv fær skitið gras. Býráðið skuldi gjarna ikki endað í tí støðuni við sínum centrum.

Vit hava ein deiligan bý, eina deiliga Havn, og hon kann gerast upp aftur deiligari við skilagóðum átøkum. Hesum ætli eg mær at halda fram at arbeiða fyri og havi longu nevnt tjóðpall og konserthøll á eini Skálatrøð, har umhvørvið á keiini hjá Østrøm verður endurskapað.

Tað ljóðar eisini spennandi at arbeiða við møguleikanum at lata ánna upp aftur á Vaglinum og/ella Áarvegnum og annars at skipa ymisk umhvørvi í miðbýnum sum betri heildir og funksjónir til frama fyri fólk og býarlív.

Okkum nýtist ikki at gera alt í senn, men tað grundleggjandi skipanararbeiðið er umráðandi, so vit ikki renna okkum føst seinni. Eitt, sum fer at kosta tíð og sveitta, verður at skipa ferðsluna um í einum slíkum tronga sum miðbýnum í Havn, so hon samsvarar við tey ætlaðu nýbrotini og býin annars.

Tilsamans verður hetta neyvan nøkur løtt uppgáva, tí í býráðnum eru í slíkum málum – eins og í almenninginum - ofta líka nógvar meiningar sum býráðslimir, men tað er júst tað, sum verður avbjóðingin hjá teimum, sum verða vald.** Eg eri til reiðar at taka avbjóðingina.

---