Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MIÐBÝURIN: FÓLKIÐ SLEPPUR FRAMAT

Eingin miðbýur uttan fólkið. Tí bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum at siga sína hugsan um miðbýin. Býarparturin verður endurskoðaður.

Fyri kortum skipaði Tórshavnar kommuna fyri verkstovu, har býráðspolitikarar, arkitektar og fleiri áhugabólkar viðgjørdu miðbýin. Á býráðsfundinum hósdagin í farnu viku viðgjørdi býráðið framhaldandi arbeiðið við miðbýarætlanini og avgjørdi m.a., at allir borgarar skulu hava møguleika at siga sína hugsan um miðbýin og koma við hugskotum ella ynskjum til eina miðbýarætlan.

Á www.torshavn.fo  stendur øllum í boði at bera fram sjónarmið síni um framtíðar broytingar og tillagingar í miðbynum.

- Vit ynskja ein enn meira livandi miðbý. Tí eru øll hugskot vælkomin. Eingi eru ov stór og eingi ov smá. Eg eri øgiliga forvitin at vita, hvat fólkið heldur. Tá vit politikarar taka støðu til so týðandi mál, er umráðandi, at fólkið sleppur framat at siga sína hugsan, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin kann ikki veita vissu fyri, at øll ynski verða eftirlíkað. Men øll hugskot og allar viðmerkingar verða tiknar við í arbeiðið at endurnýggja miðbýin.

Tórshavnar kommuna skrivar út hugskotskapping um miðbýnin seinni í ár.

Les meira her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1247