Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MIÐBÝURIN Á BREDDAN

Nú verður av álvara farið undir at menna miðbýin í høvuðsstaðnum. At skapa ein livandi miðbý er millum evnini á stórari verkstovu í Havn um dagarnar.

Seinastu tveir dagarnar hava politikarar og ymiskir áhugabólkar viðgjørt miðbýin í Tórshavn á verkstovu á Öström. Í fyrilestrum og stuttum framløgum hava luttakararnir fingið innlit í teir tættir, ið hava avgerðandi týdning fyri at menna miðbýin í framtíðini.

Verkstovan er liður í fyrireikingum til eina hugskotskapping um eina miðbýarætlan, sum býráðið í vár samtykti at skipa fyri.

- Vit hava ikki áður sæð hetta slagið av kapping í Føryum. Eg fegnist um, at føroyskir arkitektar nú fáa høvið at vísa á gongdar leiðir fyri miðbýin, sigur Svend Sivertsen, formaður í Arkitektafelagnum.

Miðbýurin er fjølbroyttur. Tí hava nógv ymiskt evni verið á breddanum. Eitt nú hevur fyrrverandi býararkitekturin Gunnar Hoydal havt framløgu, har hann millum annað umrøddi ferðslu- og parkeringsviðurskifti í miðbýnum. Eisini hava umboð fyri Ferðaráðið hildið fyrilestur og stjórarnir á ávikavist Hafnia og Öström.

Umboð fyri handilsvinnuna í miðbýnum eru eisini komin til orðanna. Og umboð fyri borgarar í miðbýnum hava somuleiðis borið fram áskoðanir sínar.

- Er eri væl nøgdur við verkstovuna, og eg haldi, at vit býráðslimir hava fingið nógv góð hugskot at hugsa víðari um og taka støðu til, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Endamálið við verkstovuni er at geva øllum pørtum eina greiða fatan av, hvat innihaldið í hugskotskappingini skal verða.

Kelda: www.torshavn.fo