Miðbýarætlan skal fremjast
Tórshavnar kommuna tørvar eina heildar- og lantíðarbýarætlan um, hvussu Havnin - og serliga miðbýurin – skal skipast og síggja út í framtíðini. Í hesum sambandi hava vit um dagarnar uppliva eitt framúr gott projekt, sum fekk heitið “ Havnin innan fyri Stóragarð” um akkurát eina slíka miðbýarætlan, sum góðir menn sum Gunnar Hoydal og Hans Mortensen standa á odda fyri. Takk fyri hesa góðu ætlan. Hetta er ein gávu til Tórshavnar bý, sum vit skulu læra av og brúka.
Um Havnin - og serliga miðbýurin - skal vera lív lagaður í framtíðini - noyðast vit at fara til verka og gera og semjast um eina heildarbýarætlan og harvið eisini eina lantíðarætlan yvir, hvussu hetta skal fíggjast.
Sum er hava vit fleiri tílík uppskot liggjandi, og sum hava kosta nógva tíð og pengar at gera gjøgnum árini, nú er uppá tíðina - at seta hesar býarætlanir út í politiska lívið og fremja tær.
Hetta kann gerast við teimun býarætlanum og hugskotum, sum Tórshavnar Kommuna nú hevur liggjandi, og samantvinna tær framúr góðu ætlanir, sum fólk annars hava gjørt.
Hetta stigið er neyðugt, og tað nyttar lítið, at vit gera alt hvør í sær og einki hendir, alt endar í einari skuffu. Nei, her skal ein samla heildarbýar - ætlan gerast sum er framtíðarrættað. Har tað er ein breið semja umsitingarliga og politiskt. Tá eru vit á rættari kós.
Til tíðir tikist tað sum nú er oftani sum "her og nú" loysnir, har eitt nú bygningar koma upp, og eftir mínari meting er tað reina valflesk ár undan árið. Hetta má og skal vera ein yvirskipað býarætlan og ikki fyribilsloysnir ella sokallað "dartpílaloysnir".
Hetta hevur staðið á í mong harrans ár, tí eftir mínari meting eru vit politiskt, ikki komin ásamt um hvussu HAVNIN - og serliga miðbýurin - skal síggja út.
Vit hava gjørt fleiri heildarbýarætlanir gjøgnum árini, men enn ikki eina sum skal setast út í politiska kortið fyri at eitt nú miðbyurin skal blóma.
Sum er – er eingin miðbýur við lívi í. Hetta er ein stór skandala. Eg fegnist tó um, at nú er enn einaferð onkur sum gevur okkum eina hjálpandi hond - og tað eri eg teimun sera takksamur fyri - men vit mugu taka hesi hugskot til eftirtektar og gera nakað við tað.
Eg fari tí at leggja fyri politiska støðutakan til komandi fund í byggi og býarskiparnarnevndini "AT VIT SKULU HAVA EIN HEILDARBÝARÆTLAN " og eina langtíðar-fíggjarætlan fyri okkara miðbý og alt øki innan fyri Stóragarð. Hesar ætlanir skulu eisini haldast og ikki her og nú loysnir.
Tá eru vit á rættari leið.
Levi Mørk,
formaður í byggi og býarskiparnarnevndini