Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mið - flokkur ella mílalangt úti til høgru ?

Í samband við forsetavalið í USA hevur verið og er framvegis gylt høvi til at hoyra politiskar argumentatiónir og støðutakanir bæði frá høgra og tí ekstrema høgra - frá Mitt Romney og hansara monnum og frá Tea-party rørsluni við Sarah Palin og hennara samsintu -har flest øll umboða tað radikala høgrapolitiska og høgrareligiøsa heilt út í tað kyksendakenda.

Lurta vit væl eftir - serliga teirra religiøsu perversitetum í samband við fosturtøku og neyðtøkur, men eisini í øðrum samanhangum, - so kunnu vit lættliga hoyra rødd miðfloksins, sum sostatt sólaklárt als ikki umboðar nakra miðju, men sama ytsta høgra, sum tey áðurnevndu eisini gera. Hetta er fyri so vítt onki nýtt í, men er gott at leggja sær í geyma, so mann ikki verður tikin av fótum eina veika løtu. Tí søguliga sæð hevur høgrakristindómur í hundraðavís av árum drigið eina kúgandi og blóðuga slóð eftir sær, sum lítið og einki hevur við sannan kristindóm við dupulta kærleiksboðnum at gera, tað kunnu øll vissa seg um bæði við søgulesnaði um kríggj og kúgan gjøgnum tíðirnar, men eisini í okkara tíð. Hetta er sera syrgiligt, men satt.

Og soleiðis spenna Mitt og Bill, Sarah og Jenis Kristus fyri atkvøðufiskavognarnar til frama fyri høgrapolitiskum og persónligum vinningi í staðin fyri at lata seg sjálvi spenna fyri Kristusar kærleiksboðskapi fyri síðani at umseta hann til góðar gerningar. Men nei! Sum danir plaga at siga: "Hensigten helliger midlet."Og 'hensigten' er sum nevnt ein onnur.

Bill tosaði í Sosialinum um at verja lív í móðirlívið. Tað kunnu flest øll vera samd um. Øll lív eiga at verða vard. Eisini lív teirra ungu og vaksnu. Ikki satt?

Men hví stuðlar miðflokkurin so teimum, ið - við kríggi aftaná kríggj - pína, særa og drepa alt, ið fyri er: børn í móðurlívi, spælandi børn, skúlabørn og blómandi ungdóm á lívsins vári, kvinnur og menn, foreldur og abbar og ommur ongin undantikin? Hví?

Sigur tykkara kristindómsfatan als einki um annað lív enn lívið í móðurlívi, Bill? Eg spyrji, tí sum er, so er framvegis eingin miðja at hóma - bert eitt óendaligt avgrundsdýpi av menniskjavondum høgraágangi.

TÍ hyggja vit eftir hinum partinum av politikkinum, so er hann líka svartur og høgravendur, sum tann hjá samstarvsflokkunum, sum miðflokkurin higartil hevur lívbjargað í stjórn afturfyri ein skallutan landsstýrismannasess. Og lívgan av ríkmannabjølgum , meðan tey smáu mugu fara svong til songar, hevur verið partur av prísinum. Ein fundamental og fullkomuliga óneyðug og ókristilig gerð. Alt hettar minnir ikki sørt um teir 30 silvurpeningarnar, sum goldnir vórðu fyri svikið á sinni. So í so máta er onki nýtt undir sólini. Alt er við tað gamla.

Tessvegna kunnu vit sláa fast, at heldur ikki í hesum samanhanginum hómast nøkur miðja. Bert krunkasvørt høgraniða.

Flokkurin villleiðir sostatt og skaðar harvið bæði teimum kristnu og sosialu grundhugsjónunum, ið eru sera dýrabarar. Ja, óvurderiligar.

Hetta átti at ført til eina sjálvsrannsakan innanflokka, ið antin kundi ført til eina nýggja kós, sum er í samsvar við tað, flokkurin sigur seg standa fyri, ella eisini at upployst hann.

Í báðum førum hevði tað gagna Føroya fólki.

Dagfinnur Danbjørg.