Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mest fær eisini mest

Dan Klein --- 15.06.2017 - 13:15

Í morgun kom KvF aftur við undarligum tíðindum frá Fiskimálaráðnum, og sum vanligt var talan um mikrofonhald  og  pappageykaendurgevingar um skipasmiðjuna Mest, sum skal hava átta prosent av skipaprísinum, góðar 22 mió. kr. í stuðli úr landskassanum fyri at byggja havrannsóknarskipið.Stuðulin kemur afturat byggikostnaðinum, sum er góðar 276,7 mió. kr.  Prísurin kemur sostatt upp á 300 milliónir kr.

Dan Klein, journalistur hevur greinað:

Tað undarliga er, at hesin stuðulin til skipabygging, stavar frá einum stuðli, galdandi fyri bygging av glasfibur ”jollum”, fyri at hjálpa AVI fyritøkuni í Runavík at byggja minni før í móti kappingini av innfluttum bátum. Lógin var ongantíð ætlað til stór skip.

Var KvF at sær komið, sum journalistiskur stovnur, so vildu tey havt kannað hesa stuðulslógina, og ikki minst  tær viðmerkingar undir lógarverkinum.

Eisini vildi tað verið sjálvsagt, at kannað um hesin stuðulin var upplýstur í útbjóðingartilfarinum, at byggja havrannsóknarskipið.

KvF kundi eisini sett spurnarteknin við reinførinum í sjálvari fyrisitingini av hesum serliga máli, tí upplýst verður, at Mest bjóðaði meira enn kappingarneytarnir, og átti at tapt útboðið, men politiskt kláraðu tey at smyrja allar mannagongdir. Samráðingar  vóru eisini um, at  fáa prísin enn longur upp!?

Tað eydnaðist, men helst hevur Mest ikki hildið, at prísurin var nøktandi, og so smurdu teir politisku myndugleikarnir bara  “jollu” stuðulin omaná uppá 22 milliónir krónur, og so sýnast pengarnir at passa, sum fótur í hosu.

Men hvussu er hendan mannagongdin sambærilig við fyrisitingarlógina?!

Er hetta ikki bara tann vanligi mátin hjá vinstravonginum, at seta allar vanligar handilstreytir til viks, tí hesir flokkar skapa sína egnu verð, men ein felagsnevnari er altíð. Milliardirnar verða turkaðar uppá borgarar landsins, tí marknaðarkreftirnar sleppa ikki at vera galdandi.

Vit sóu tað við skipagøluni. Ta ferðina tryggjaði Tjóðveldi, at teir vinstrahallu reiðararnir, sum “ikki” høvdu villeitt vinstra halla landsstýrið, sum visti, heldur ikki skuldu betala skuldina, sum teir reelt skyldaðu landskassanum.

Alt bleiv turkað av uppá landskassan. Danir lántu føroyingum 3-4 milliardir við galdandi marknaðarrentu. Nógvir føroyingar  betala enn fyri hendan gallskapin.

Vit hava eisini hjúnarbandslógina. Tá teir vinstrahallu ikki fingu viðhald frá Landsstýrismálanevndini, var grundgevingin bara, at hendan løgtingsnevndin hevði misskilt støðuna, sum varð tulkað annarleiðis av løgmanni.

Vit kunnu endurtakað, at í samband við yvirtøkuna av kirkjuni, var alt tað, sum varð yvirtikið positivt nevnt í sjálvum lógartekstinum. Bara ikki tann parturin um hjúnarbandslógina, sum vinstrahallu flokkarnir trumfaðu í gjøgnum.

Var hesin teksturin ikki positivt nevndur í lógini, var hann heldur ikki galdandi.

Um ikki onkur steðgar vittloysinum, sum í dag er galdandi, so endar heilt galið í Føroyum, sum ikki einaferð.

Hesaferð fær Mest eisini mest, men borgarar landsins fáa, sum ikki einaferð,  aftur rokningina.

Góðan morgun øksaskaft.

--------

Nú verður upplýst, at "jollustuðulin" ikki forðaði øðrum størri skipum at fáa stuðulin, men soleiðis var hann ikki upprunaliga ætlaður.