Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Merktu grindirnar ferðast vestureftir

Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar ferðast í ein útnyrðing, móti Reykjanesrygginum.

Komin vestur á Ryggin, rakti grindin beint á Stóra Brand, ein kneysi á Rygginum, 45 fjórðingar úr landi, har dýpið bert er 22 metrar, og grindin vendi. Nú er grindin so einar 30 fjórðingar eystan fyri Reykjanesryggin.

Merkta grindin úr Havn rundaði Munkagrunnin, og hevur ferðast í ein vestan. Hon er nú suður av Ytra Banka, 120 fjórðingar úr landi. Somuleiðis er grindin eisini komin á slóðina av grindini úr Bø.

 

Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo )