Merkisverd serframsýning
Páskirnar standa fyri durum við fleiri kærkomnum frídøgum. Hetta er eisini eitt upplagt høvi at vitja nýggju og merkisverdu serframsýningina á Tjóðsavninum
Serframsýningin hátíðarheldur, at Merkið er 100 ár og varpar á ein øðrvísi hátt ljós á, hvussu Merkið og flagglitirnir hava verið nýtt í sambandi við hátíðir, ítrótt, gerandislív og annað seinastu 100 árini.
Serframsýningin lat upp longu fríggjadagin 12. apríl, og í hesum sambandi var ókeypis atgongd í tríggjar dagar.
Framsýningin er fyri øll - bæði børn og vaksin