Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanin er lívæðrin!

- rættiligt kjak hevur tikið seg upp, um játtanin til tónleikin og mentanina skal skerjast

Hví mann tað vera so, at tónleikurin og mentanin skulu hava so vánalig kor?

Onkur tingmaður segði einaferð, at hesi fólkini skulu bara fara til arbeiðis og helt, at nú mátti føroyskt bátasmíð eisini koma til sín rætt - og?

Verður boðskapurin ikki nóg væl seldur, ella duga vit ikki at standa saman - tvørtur um politisk mørk?

Í Svøríki er tónleikurin næst eftir Volvo - tá tað snýr seg um inntøkur til samfelagið!?

Lat meg gera hetta greitt, sum eg mangan havi ført fram: FØROYSKA MENTANIN OG TÓNLEIKURIN ER IKKI EIN SPURNINGUR UM HØGRA ELLA VINSTRA – LOYSING ELLA SAMBAND!

Spurningurin er, um vit kunnu fáa játtandi myndugleikan at skilja týdningin, at tað eisini eru inntøkumøguleikar í føroyska tónleikinum og mentanini!

So eri eg sannførdur um, at tað eisini fer at bera til at fáa tey at skilja týdningin av stuðli og mennandi tiltøkum.

Hetta er stóra avbjóðingin!

Vinarliga og gott val!

Fríðálvur Jensen