
Mentanarvirðislønir landsins handaðar á Tvøroyri
Mikukvøldið 25. januar verða Mentanarvirðislønir landsins handaðar á almennum tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri.
Tíðindaskriv
Eins og í fjør verður tað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum handar virðislønirnar.
- Vit eiga ómetaliga nógv góð listafólk, og tí er tað ein frægd at sleppa at heiðra nøkur teirra, sum hava skarað framúr. Eg gleði meg til løtuna á Seglloftinum og til at sleppa at avdúka mentafólkini, sigur Rigmor Dam.
Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi.
Heiðursgáva landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Triðja virðislønin er Virðislønin til ungt listafólk, sum fyrstu ferð varð latin í 2011. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.
Handanirnar verða á almennum hátíðarhaldi á Seglloftinum á Tvøroyri, mikukvøldið 25. januar kl. 19.00. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.