Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanarnáttin verður 7. juni

Tað er vanliga næstan sum á ólavsøku, tá mentanarnátt er í Havn, og í ár verður einki undantak.

Fríggjadagin 7. juni taka handilsvinna og mentan lógvatak og gera Havnina til staðið, har øll hittast fyri saman at uppliva, handla og hugna sær.

Kunningarstovan boðar frá, at Mentanarnáttin í ár verður 7. juni. Skráin er um at verða liðug og meira kunning um tiltøk og tilboð verður í næstum.

Meira kunning fæst annars frá Kunningarstovuni.