Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanarnát í Reykjavík leygarkvøldið

Mentanarnátt verður í Reykjavík tann 18. august, t.v.s. komandi leygardag.

Vit kalla tað mentanarnátt, íslendingar kalla tað menningarnótt – hesaferð undir heitinum ”Gakk tú í býin” (Gakktu í bæinn!) Stóra menningarnáttin verður hildin fyri seytjandu ferð í Reykjavík.

Í sambandi við menningarnáttina er stór luttøka úr Føroyum, føroyskur tónleikur verður á skránni og fleiri føroysk listarfólk fara at sýna fram í Reykjavík. Borgarstjórin í havn, Heðin Mortensen, skal seta føroyska partin á føroysku sendistovuni, har Guðrið Poulsen fer at sýna fram leirlist.

Av øðrum føroyskum kunnu vit nevna, at Birgir Enni, Marentza Poulsen og bóndahjúnini í Dìmun fara at servera føroyskan mat á sendistovuni, Mikkalina Norðberg fer at vísa glaslist í Hørpu og Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir filmslist, somuleiðis í Hørpu.

Tónleikin standa Hanus G. Johansen og Niclas & Lena fyri. Tær konsertirnar verða eisini í konserthúsinum Hørpu. Meira er at lesa um menningarnáttina á www.menningarnott.is

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir átakið kl. 14 leygardagin. Eftir tað syngur Hanus G. Johansen og allan dagin vísir Guðrið Poulsen fram myndlist. Kl 17 sýnir filmsbólkurin Rammatik filmin Mate í Kaldalón, har Hanus eisini syngur.

Kl. 19 syngja og spæla Niclas & Lena í Kaldalón. Mikkalina vísir fram glaslist í Flóinn allan dagin. Tey luttakandi frá Tórshavnar kommunu eru umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóri. Tað er Uttanríkistænastan, sum stendur fyri føroyska innslagnum í mentanarnáttini.