Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanargrunnur Landsins veitt stuðul til starvsløn og íverksetan

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr. Grunnurin lat í ár slakar 3,5 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 38 umsøkjarar starvsløn, og fýra fingu íverksetanarstuðul.

TÍÐINDASKRIV

Nevndin hevur á fundi tann 28. januar 2022 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:

1 ár:
Kinnu Poulsen (bókmentir og myndlist)

6 mánaðir:
Kim Simonsen (bókmentir)


Fimm umsøkjarar fingu 4 mánaðir, tíggju fingu 3 mánaðir, átjan fingu 2 mánaðir og tríggir fingu 1 mánað.
Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022 (sí fylgiskjal).
 
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4, ið siga:

Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk 15 umsóknir um íverksetanarstuðul. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íverksetanarstuðul:

Fríða Djurhuus (tónlist)
Per Ingvaldi Højgaard Petersen (tónlist)
Jenný Kragesteen (pallist)
Jan Rúna Poulsen (tónlist)

Tórshavn tann 9. februar 2022

Vegna nevndina
Poul F. Guttesen, formaður.



Hesi fingu stuðul