Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanardagar í Koltri

Í sambandi við handanina av stóru A.P. Møller-verkætlanini verða mentanardagar úti í Koltri 21. – 23. juni. Opin oyggj fyri almenninginum verður leygardagin 23. juni.

- Tiltøkini byrja fyri innbodnum hósdagin 21. juni, tá formliga handanin av verkætlanini fer fram, og har umboð fyri arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran verða til steðar, umframt fjølmiðlar.

Fríggjadagin 22. juni verða ymisk tiltøk somuleiðis fyri innbodnum, m.a. móttøka og rundvísing í oynni. Gunnar Hoydal, formaður í Koltursgrunninum, bjóðar vælkomin og aftaná verða røður hildnar.

Leygardagin 23. juni verður so opin oyggj fyri almenninginum. Tey tiltøkini byrja við at seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði úti í Koltri í 1927, fer av bakkastokki í Sugguni í Kirkjubø. Ætlanin er so at rógva bátin út í Koltur.

Taxasigling verður frá kl 11 frá Gomlurætt og siglt verður so leingi nakað fólk er. Mint verður á, at ikki ber til at keypa nakað sum helst í Koltri, tí er at lata seg væl í og taka matpakka við!

Skráin er annars henda:

MENTANARDAGAR Í KOLTRI 21. TIL 24. JUNI 2012 Í SAMBAND VIÐ HANDANINA AV A.P. MØLLER-VERKÆTLANINI

Í samband við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar Kommuna fyri tiltøkum eftir fylgjandi skrá:

Hósdagur 21. juni

HANDANIN, FYRI INNBODNUM

Tiltak: Formlig handan av A.P.Møllerverkætlanini

11.00 av Gomlurætt

12.00 A.P.MØLLER-verkætlanin verður handað. Umboð fyri arbeiðstakaran, H.V.Lútzen P/F og arbeiðsgevaran, Koltursgrunnin, eru til staðar, tá yvirtøkan verður staðfest.

14.00 Úr Koltri

Fríggjadagur 22. juni

TILTAK, FYRI INNBODNUM

Tiltak: Móttøka og rundvísing fyri innbodnum

11.00 av Gomlurætt

12.00 Koltur - Móttøka og rundvísing: ""Av Gróthústanga Heim í Hús"". Bjørn Patursson er ferðaleiðari og sigur frá.

13.30 Koltur - Heimi í Húsi: Formaðurin í Koltursgrunninum Gunnar Hoydal, bjóðar vælkomin. Aftaná verða røður hildnar og bjóðað verður til ábit við onkrum góðum aftur við.

15.30 Úr Koltri

Leygardagur 23. juni

"OPIN OYGGJ" FYRI ALMENNINGINUM

Tiltak: Mentunardagur í Koltri

10.00 Kirkjubø. Suggan. Seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði úti í Koltri í 1927, fer av bakkastokki í Sugguni í Kirkjubø. Báturin verður mannaður og rógvin/sigldur út í Koltur.

11.00 Taxasigling Gamlarætt - Koltur. Siglt verður so leingi belegningur er. Kostnaður aftur og fram kr. 200 pr. persón. Nærri upplýsingar um fráferðir og túratal verður lýst á staðnum.

11.30 Koltur. Opin hús Heimi í Húsi í Koltri. Rundvísingar verða javnan, ella so ofta tørvur er. Mint verður á, at eingin handil er í Koltri. Verið ferðabúgvin og havi matpakka við.

13.00 Sandurin/Lógvin Koltur. Seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði í Koltri í 1927, verður rógvið inn á Sandin/Lónna í Koltri. Jógvan Arge, formaður í mentanarnevnd Tórshavnar Kommunu, heldur røðu og báturin verður doyptur.

Sí annars fleiri upplýsingar á www.torshavn.fo