Mentanardagar í Koltri 21. – 24. juni
Í sambandi við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar kommuna fyri mentanardøgum við áhugaverdum tiltøkum í døgunum frá 21. til 24. juni.
Byrjað verður hósdagin 21. juni við tiltaki fyri fyri innbodnum, tá formlig handan av A.P. Møller-verkætlanini verður í Koltri á middegi. Umboð fyri arbeiðstakaran Pf. H. V. Lutzen og Koltursgrunnin vera til steðar, tá yvirtøkan verður staðfest.
Fríggjadagin 22. juni er eisini móttøka og rundvísing fyri innbodnum, tá Bjørn Patursson verður ferðaleiðari á einum túri av Gróthústanga Heim í Hús. Heimi við Hús fer Gunnar Hoydal, formaður í Koltursgrunninum, at bjóða vælkomin. Eisini luttaka umboð fyri A. P. Møller, landsstýrið og býráðið.
Leygardagin 23. juni er “opin oyggj” fyri almenninginum. Byrjað verður við einum tiltaki í Sugguni í Kirkjubø, har seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði í Koltri í 1927, verður doypt og fer av bakkastokki. Jógvan Arge heldur røðu og báturin verður rógvin ella sigldur út í Koltur.
Skipað verður fyri taxasigling av Gomlurætt frá kl. 11 og so leingi sum belegningur er. Frá 11.30 eru opin hús Heimi í Húsi í Koltri og rundvísingar verða javnan, ella so ofta sum tørvur er.
Sunnudagin 24. juni verður lestur lisin í bønhúsinum í Koltri. Mint verður ókunnufólki á, at eingin handil er í oynni, tí er skilagott at taka ein matpakka við.