Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Katrin Ottarsdóttir

Mentamálaráðið stuðlar níggju filmsverkætlanum

Í ár eru á fyrsta sinni nakrantíð settir pengar av á fíggjarlógini til film, og nú hevur Mentamálaráðið stuðlað níggju filmsverkætlanum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er fegin um, at tað við hesum er brotið upp úr nýggjum á kreativa mentanarøkinum, og at serstaka játtanin til film nú kann vera við til at menna filmsøkið. Við stuðlinum verður møguligt at fremja fleiri filmsverkætlanir, sum vit vónandi fara at síggja góð úrslit av.

Stuðulin verður latin til hugskotsmenning, framleiðslu, útbreiðslu og liðugtgerð, sum alt eru týðandi tættir, tá filmar verða gjørdir.

Tað vóru tilsamans 22 umsóknir, og av hesum fingu níggju stuðul, sum tilsamans er 485.000 kr.

Stuðulin er latin til ymisk sløg av filmi. Eitt nú stuttfilm, heimildarfilm, teknifilm og spælifilm.

Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul játtaðan, eru:

Lítla Dímun Dokumentarfilmur um lítla Dímun 50.000,00

Blue Bird Film Liðugtgerð av spælifilminum Ludo 100.000,00

Einar Larsen Kolasøgan 1750 til 2000 50.000,00

Sakaris Stórá Menna leikrit til spælifilm 40.000,00

Torfinnur Jákupsson Krimi sjónvarpsfilmur - Trom 50.000,00

Anton Petersen Spælifilmur - Stain 85.000,00

Green Animation Studios Filmur um Kópakonuna 50.000,00

Ingun í Skrivarastovu Summarnátt og Vetrarmorgun, útbreiðsla 45.000,00

Sámal Jákup Jakobsen Filmurin Eld, men ikki eldri 15.000,00