Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentamálaráðið – kanska ikki so mentað?

Fólkaskikkur og at vísa virðing fyri onnur og aðrar fatanir kunnu ikki sigast at vera styrkir hjá Mentamálaráðnum.

Eftir áhaldandi at hava biðið um fund við Mentamálaráðharran, bar til at koma á fund við hann fyri nøkrum mánaðum síðani. Tað var ikki tí, at Mentamálaráðið ella ráðharrin vóru serliga áhugað í at hitta okkum og hoyra okkara meining um ymisk viðurskifti, su mentamálaráharrin eigur evstu ábyrgd av, men tí at Pedagogfelagið áhaldandi hevði biðið um at vera hoyrt.

Men lyftini um at vera tikin í álvara og at kunnast, sum er eitt sjálvsagt krav í einum demokatiskum samfelag, verða ikki hildin. Tað tykist, sum at Mentamálaráðið í vónini um, at summarfrítíðin køvir allar atfinningarnar á sama hátt sum við ískoytisútbúgvingini í fjør, tá námsfrøðingar eisini vórðu fyri missmuni, skundar broytingar ígjøgnum, nú summarfrítíðin aftur stendur fyri durunum.

Hvør situr og ráðgevur mentamálaráðharran?

Tað er løgið, at slíkt skal bera til. At lýsa eina kunngerð um forskúlar, har eitt fakfelag, ið ikki er sloppið at flokka størvini ella hevur fingið síni sjónarmið tikin í álvara, verður skúgvað til viks, tað er ótrúligt. 

Ferð eftir ferð hava serfrøðingar, námsfrøðingar og vit sum fakfelag víst á vansar og støðugt fleiri granskingarúrslit, sum vísa, at “skúlahugsanin” inniber nakrar vandar fyri okkara børn. Men mentamálaráðharrin tykist taka avgerðir, sum bert byggja á, at ein fakbólkur – lærarar, ið mangla størv, nú ráðharrin hevur spart so nógv innan skúlaskipanina, at fleiri mangla størv – skulu fáa atgongd til fleiri, nú kommunalt fíggjað størv.

Tað er ikki sørt, at ein sum námsfrøðingur kennir tað, sum um Mentamálaráðið hevur hug at niðurgerða vitanina og fakið hjá okkum. Og við at halda okkum frá hurðini og ikki geva okkum møguleikan hvørki at síggja ella viðmerkja nýggju kunngerðina, skapar ráharrin hvørki álit á seg sjálvan ella ráðið.

Góði Bjørn, vit vilja øll børnum okkara tað besta. Tí er tað burturvið at skunda eina slíka kunngerð ígjøgnum, og eg eri vísur í, at tað ger børnum okkara størri skaða enn gagn.

Lat meg so siga tað, sum tað er: Tað gagnar IKKI børnunum og harvið heldur ikki samfelagnum at koyra børnini fyrr í skúla, tvørturímóti so kemur tað at vera ein dýrari og skaðiligari loysn, enn bert at lata standa til.

Men tað ber eisini til at fara veruliga til arbeiðis og fáa eina skilagóða loysn. Men tað krevur eisini, at allur fólkaskúlin verður kollveltur, og at skipanin fær teir pengarnar og læraranar og námsfrøðingarnar, sum veruligur tørvur er á.

Jógvan Philbrow

Næstformaður, Føroya Pedagogfelag

Kelda: www.pedagogfelag.fo