Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnaverndarstovan og Eind 10 í Almannaverkinum skipa nú aftur fyri sonevndum mentaliseringsskeiðum, ið venda sær til fólk, ið arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, ið hava verið fyri vansorgan. 

Á skeiðunum fáa luttakararnir vitan um ástøði og grundreglur í mentaliseringsgrundaðari viðgerð við denti á børn, ung og vaksin, sum hava verið fyri vansorgan. Kunnleiki fæst um serstøk evni í sambandi við mentaliseringsgrundaða viðgerð og námsfrøði, greining av mentaliseringsførleikum, ikki-mentaliserandi støðum hjá ungum og vaksnum við persónleikaólagi, sálarløstum og reingingum.

Endamálið við skeiðunum er at gera luttakararnir førar fyri at nýta grundreglur og háttaløg frá mentaliseringsgrundaðari viðgerð í dagligu arbeiðsgongdini. Eisini verður  ástøði innan mentalisering samantvinnað við starvsøkið hjá luttakarunum. Skeiðið er fullteknað.

Ein nærri lýsing av skeiðunum er at síggja her: http://www.bvs.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fSkei%c3%b0%2fSkeidsroed-innan-mentalisering-2016.pdf