Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Menningardepil fyri íverksetarar á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Sendistova Føroya í Keypmannahavn og Invest in the Faroes skipa, í tøttum samstarvi við føroysku vinnuframaskipanirnar, nýggjan menningardepil fyri føroyskar íverksetarar á Sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni.  

Endamálið er at skapa eitt íverksetaraumhvørvi fyri føroyskar íverksetarar, sum vilja vaksa út í heim og eisini útisetar, sum ynskja at flyta heim at byrja nýggjar fyritøku í Føroyum.

Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á einari av bestu adressunum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir. 

Eisini fáa íverksetararnir í boði ókeypis ráðgeving frá øllum pørtum í føroysku vinnuframaskipanini.

Ráðgevararnir í Vinnuframa, Íverksetarahúsinum, Hugskotinum og Framtak, sum longu í dag fáa nógvar fyrispurningar frá útisetum, sum vilja byrja nýggjar fyritøkur, hava øll játtað at luttaka sum vinnuráðgevar í menningardeplinum.

Ráðgeving kann verða veitt umvegis telefon ella skype, og eisini persónliga, tá ið ráðgevararnir eru staddir í Keypmannahavn.

Tá ið fyritøkurnar búnast, hækkar gjaldið fyri at húsast á Sendistovuni, men tær fáa framhaldandi møguleika fyri innivist á Bryggjuni til kappingarførar prísir.

Sigmundur Ísfeld, sendimaður, fer at kunna um menningardepilin á tiltakinum Tórskvøld, sum verður á Norðuratlandsbryggjuni í kvøld.  

Lesi meira á heimasíðuni hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn her: http://www.uvmr.fo/arbeidsoki/uttanrikisvidurskifti/sendistovur-foroya/sendistova-foroya-i-keypmannahavn/menningardepilin/