Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meldar mannin fyri fíggjarsvik og falska fulltrú

Perla: Hóast konan grundgevur fyri, og prógvar, at maðurin hevur tikið pening av hennara konto uttan hennara fultrú, noktar fútin at viðgera málið. Hjá Eik finna tey ikki heldur nakra fulltrú, sum maðurin skrivliga førir fram, at konan hevur skrivað. Støðan er sostatt sera álvarslig. Greinin stóð í Oyggjatíðindum 24. September 2010.

Havandi í huganum úttalilsini hjá manninum um, at hann hevur fulltrú frá konuni, sum annars hevði serogn í hjúnarlagnum, er tað áhugavert, og so sera prinsipielt, at hon noktar fyri, at hava givið manninum nakra, sum helst fulltrú.

Hon fer enntá so langt, at hon krevur peningastovnarnar útflýggja skjalprógv uppá, at hon hevur givið manninum loyvi at taka pengar út, men hevur fingið sum svar, at ongin slík fulltrú er at finna, men vit síggja, at maðurin hevur fingið fullan ræðisrætt yvir konto hjá konuni í samband við netbankaskipanina í Føroya Banka.

Í hesum førinum hevur maðurin skrivað undir, saman við tveimum starvsfólkunum í bankanum, sum skriva undir, sum vitnir. Ein líknandi skipan er gjørd við við heimagreiðsluna hjá Føroya Sparikassa, seinni Eik. Tann avtalan er ikki undirskrivað, hvørki av manninum ella av deildini!?

Tað sigur seg sjálvt, at konan vil hava mannin út úr buskinum í oktober 2009 um ta fulltrú, hann sigur seg hava frá henni, tí longu frammanundan - 18. Februar sama ár, hevur hon váttan frá Eik, um: - Eingi skjøl viðv. Fulltrú/fullmakt eru funnin her hjá okkum.

Men longu í januar 2009, hevur konan vent sær til ein telduserfrøðing. Har vísti tað seg, at tekniski møguleikin fyri, at teldan kundi fjarstýrast, var sligin til, og staðfesti serfrøðingurin møguleikan fyri fjarstýring og eftirliti hjá óviðkomandi. Hetta var sostatt ein opin innbjóðing, sum telduserfrøðingurin orðar seg. Holið blev tipt.

Telduserfrøðingurin kannaði hardiskin, og fekk staðfest, at tað var maðurin, sum fjarstýrdi fleiri teldum, og tá hann setti proppin í, fóru fleiri teldur í svart – bæði hjá manninum og hjá børnunum.** Umstøðurnar eru so serligar, at konan velur at melda mannin. Tað ger hon longu við persónliga, at venda sær til til Keypmannahavnar politi, ella á støðina í Amager, í apríl mánaða 2009, og gevur teimum avrit av skjalinum um serogn. Í skjali til fútan skrivar løgreglan í Keypmannahavn um málið:

Kvinnan metir, at avtalan um serogn eigur at hava týdning fyri at gera eina meting av málinum, tí bankin hevur útgoldið pening til mannin av hennara konto, uttan fulltrú, ella við støði í falskari fulltrú.

Danska løgreglan endurgevur kvinnuna fyri at siga, at hon gjøgnum fleiri ár hevur følt seg ómynduggjørda av manninum, samstundis sum hann hevði megnað at krógvað fíggjarstøðuna fyri konuni.** Rættarhjálpin í Keypmannahavn, hevur eisini skorið støðuna út í papp, og sendi støðini á Amager áheitan um at eftirkanna viðurskiftini, men sum sagt, so verður hetta sent víðari til Føroyar, tí lógarbrotið er framt her.

Og svar kemur úr Føroyum 4. Juni 2009. Paradoksið er bara, at svarið kemur ikki frá fútanum, men frá kriminaldeildini, har Bergleif Brimvík, skrivar: 

Málið hevur verið lagt fyri Finn Ougaard, varafúta. Hansara niðurstøða er, at løgreglan í Føroyum ikki vil eftirkanna viðurskiftini á fyriliggjandi grundarlagi, og so verður annars alt tilfari sent til Danmarkar aftur, uttan at hetta er journaliserað aðrastaðir enn hjá kriminaldeildini.

Kvinnan er sanførd um, at løgreglan í Føroyum onki vil gera, tí hon er blivin kunnað um følsku læknametingina, sum annars er skrædd sundur av donskum serfrøðingum.** Tað er eisini týðiligt, at varafútin ikki vil seta navnið undir.

Hann vil heldur ikki geva kvinnuni lógarásettu vegleiðingina um kærumøguleikar, og tí er meldið heldur ikki journaliserað hjá fútanum, men kvinnan hevur ikki uppgivið at melda mannin, men fer gjøgnum advokat, at krevja uppafturtøku av meldinum. Meldar mannin fyri fíggjarsvik, hakking av teldunum og falska fulltrú.

Greinina byggir á samrøðu. Kvinnan hevur lisið greinina í gjøgnum og góðtikið hana.