Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Melda tín film til Filmskvøldið 2015

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldið fríggjakvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.

TÍÐINDASKRIV

Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2015. 

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. 

 reistin at melda filmin til Filmkvøldið 2015 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi:

1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.

2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsligir filmar, ella filmar av øðrum slagi, sum innihalda handilsligar tilsipingar, verða ikki góðtiknir í kappingini um Geytan. 

3) Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.

4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2014.

5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

6) Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD. 

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen. Útlendski nevndarlimurin hesaferð er Petri Kemppinen, stjóri í Nordisk film og tv fond.

Geytavirðislønina á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur verður latin av Tórshavnar Kommunu, og her er tað møtti áskoðarin, ið sleppur av velja sín yndisfilm.