Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meiri fólkaræði á Vaglið

Jógvan Arge, Tórshavn, býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Stýrisskipanin fyri Tórshavnar kommunu er eitt mál, sum Tjóðveldi í býráðnum hevur reist nakrar ferðir. Skipanin er alt annað enn demokratisk. Við lógini um, at borgarstjórin er bæði politiskur leiðari og evsti leiðari fyri umsitingini, er øgiliga nógv vald í hansara hondum til eina og hvørja tíð.

Tað er fólkaræðisligt undirskot, so tað forslær. Viðhvørt hevur tú hug at spyrja, hvat tú skalt hava allar hinar limirnar í kommununi til, tá borgarstjórin gjøgnum lóggávuna er so maktfullur, sum hann er, og er tann einasti av politikarunum, sum hevur allan arbeiðsdagin til taks at røkja sítt starv.

Vit hava skotið upp, at býráðslimir sum heild fáa betri umstøður og stundir til at røkja sítt umboð. Haraftrat hava vit skotið upp, at skipanin verður broytt soleiðis, at einir tveir politikarar aftrat verða í fulltíðarstarvi á Vaglinum. Tann skipanin verður brúkt aðrastaðni.

Hesir kunna til dømis verða dagligir politiskir ábyrgdarar fyri ávikavist trivnaðarøkinum og tekniska økinum. Hetta verður ein demokratisering og samstundis ein effektivisering, tí við síni dagligu hjáveru kunnu teir tryggja dygdarbetri gongd í teimum mongu málunum, sum verða løgd fyri nevnd.

Onki er komið burtur úr hesum enn. Tað er helst onki at undrast á, um borgarstjórin heldur lítið um tað, tí tað broytir hansara umstøður. Og umsitingin er kanska heldur ikki so glað fyri at fáa fleiri av okkara slag at ganga á Vaglinum frá morgunstundini.

Lat meg undirstrika, at fyri okkum er hetta ikki ein spurningur um persónar, men ein spurningur um eina meiri demokratiska skipan enn ta einaveldiskendu, sum vit hava, ið ikki er borgarstjóranum og umsitingini at lasta fyri, men lóggávuni. Skula vit hava dygdarbetri kommunalt arbeiði í Havn, so skula politikararnir nærri viðgerðunum aðrar tíðir enn eftir arbeiðstíð.

Havi sjálvur tikið tann konsekvens av núverandi tepru og óhøgligu umstøðum at røkja mítt umboð sum býráðslimur og nevndarformaður í mentamálanevndini, at eg sjálvboðin eri farin niður í tíð á mínum arbeiðsplássi fyri at hava betri atstøður at røkja tað politiska arbeiðið.

Men eitt slíkt privat stig frá einum einstøkum býráðslimi hjálpir ikki upp á tað demokratiska undirskotið í býráðnum. Tí fara vit áhaldandi at arbeiða fyri eini stýrisskipan, sum hóskar til tíðina, vit eru í, og tekur atlit til ta ábyrgd, sum tað í roynd og veru er at sita í Tórshavnar býráð.

Ein frítíðarfiskari er ein frítíðarfiskari. Hann fiskar, tá hann leggur í. Ein frítíðarpolitikari verður neyvan annað enn ein frítíðarpolitikari. Hann ger tað burturúr, sum hann nær. Og nær hann tað ikki, so fer tað aftur við borðinum. Tess betri atstøður fólksins umboð í býráðnum fáa at røkja sín sess, tess betri verður at vera borgari í Tórshavnar kommunu.

---