Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meira fiskur á djúpum og gýtandi svartkalvi

Magnus Heinason er júst liðugur við kanningar á djúpum vatni við Føroyar.

Tað gjørdist beinanvegin greitt, at meira var at fáa enn vanligt hevur verið tey seinastu árini. Veiðan per hál av svartkalva var 60 % størri enn í 2011. Fyri trantkongafisk var tað dupult so nógv at fáa í 2012 sum í 2011. Tað var nógv minni at fáa av toski.

Sum nakað nýtt varð ein svartkalvi við rennandi rognum veiddur. Hetta var í norðara kanti á føroyska landgrunninum. Svartkalvin var 80 cm langur og vigaði 6,7 kg. Rognini vóru umleið 3,5 mm í diametur og vóru glasklar á at líta.

Havstovan vil gjarna frætta frá fólki, hvussu tað er við gýting hjá svartkalva undir Føroyum.

Lesa túrafrágreiðingina við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.hav.fo/PDF/Turar/2012/FRAG1222.pdf