Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meira enn 250 jobprát eru bíløgd

Í dag kl.13 byrjaði starvsstevnan Jobmatch, og ongantíð áður hava so nógv jobprát verði bíløgd frammanundan stevnuni. Eitt "JobPrát" er ein óbindandi styttri samrøða, har høvið býðst at kunna seg um møguleikar og at greiða frá um seg sjálvan. Meira enn 250 samrøður eru bílagdar áðrenn Jobmatch letur dyrnar upp í dag. 

Harumframt ber til hjá teimum, sum ikki hava bílagt sær eitt jobprát, at vitja Jobmatch í Norðurlandahúsinum og fáa eitt prát við tær 35 fyritøkurnar og stovnarnar, sum hava hug at koma á tal við lesandi og fólk við útbúgving – antin tey búgva í Føroyum ella uttanlanda.

Jobmatch starvsstevnan byrjar í dag kl. 13, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri setur stevnuna. Stevnan heldur á fram til kl 19, tá ið kvøldsetan byrjar.

Á kvøldsetuni verður tónleikur við Høgni Lisberg, og kl. 19.30 verður politiskur kjakfundur, har pulsurin verður tikin á Heildarætlanini um fólkavøkstur og fólkaflyting. Luttakarar eru Jóhan Dahl, landsstýrismaður og formenn og umboð úr politisku flokkum á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. Høvið verður hjá áhoyrarum at seta spurningar, og fundurin verður eisini sendur beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Tað er ókeypis at luttaka á Jobmatch starvsstevnuni og kvøldsetuni.