Meir eygnakontakt og minni stikkontakt
Dámar tær borðspøl? So er hetta perfekt til tín, tí nú kanst tú spæla festlig og spennandi borðspøl í Perluni
Tórsgøta í mars
Her kanst tú kann taka eina steðg frá gerandisdegnum og skrúva ferðina niður. Hetta er eisini eitt gylt høvi at møta fólki og fáa meir eygnakontakt enn stikkontakt. Og tað besta við tiltakinum er, at tað er púra ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið verður hvørt týskvøld klokkan 18 til 23 í Perluni.