Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Megnar grøn konsert á Vaglinum

Stóra grøna og ókeypis konsertin á Vaglinum er ein partur av umhvørvisvikuni, sum verður frá 29. apríl til 5. mai. Stórfingna konsertin verður tann 3. mai.

Grøna konsertin verður í miðbýnum tann 3. mai. Konsertin byrjar kl. 19.00 og endar kl. 23.00. Fleiri bólkar fara at framføra til konsertina og ætlanin er, at konsertin skal verða fjølbroytt. Tað verða fleiri tónleikabólkar til allar aldursbólkar.

Borð og benkur verða sett upp á økinum við Býráðsalin, Ráðhúsið og í Tinghúsgarðinum, og møguleiki verður at keypa sær kaffi/te, pannukøkur, pylsur og sodavatn. Børn fara at rudda upp eftir teimum, sum ikki kunnu finna útav at brúka skrellispannurnar.

Bólkarnir eru Divaz, sum hava hildið nógvar konsertir í seinastuni og skjótt fara at geva fløgu út, Ari, Bogi og Barbara, tey vælumtóktu ungu, sum gjørdist kend, tá tey komu í Sement-finaluna, Ragnar, sum gjørdist heimskendur í kongaríkinum í Talent-kappingini, fløguaktuellu 200, Jens Marni Hansen og spennandi bólkurin Lady Fire, sum limir í Boys in a Band og The Ghost hava sligið seg saman um at stovna.

Umhvørvisvikan annars

Umhvørvisvikan verður hildin undir slagorðinum ”Kommunan skal skína” og verður sum nevnt frá 29. apríl til og við 5. mai. Fleiri onnur spennandi átøk verða hesa vikuna. Setanin og átakið ”Plantið eitt træ” verður á Skálatrøð sunnudagin tann 29. apríl, og almenni ruddingardagurin verður leygardagin tann 5. mai.

Átøk verða eisini fyri børn. Umhvørvisveiða verður á Margarinfabrikkini í døgunum 30. apríl til 3. mai, har børnini sleppa á eina forvitnisliga veiðu, har tey sleppa at kanna ymisk evni innan umhvørvið, t.d. plantur, vindorku og rusk. Eftir at veiðan er liðug sleppa børnini at gera ein spegil, har rusk verður endurnýtt. Eisini fáa tey kakako og bollar.