Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meg minnist – nýggj fløga við Sofusi og Símuni

Ein nýggj fløga, ið ber heitið “Meg minnist”, er júst komin á marknaðin. Tað eru føroysku útisetarnir Sofus Hansen og Símun úr Konoy, sum í felag standa fyri útgávuni.

Fyri nøkrum árum síðani fekk Sofus Hansen, sum er búsitandi í Hirtshals, ein álvarsligan arbeiðsskaða. Hann gjørdist óarbeiðsførur og hevur síðani henda dag livað í einum sonnum pínsluhelviti.

Av tí at hann altíð hevur havt hug at yrkja, og fyri at leiða tankarnar frá síni sváru sjúku, hevur hann seinastu árini sett orðini saman til nakrar sangir, sum hann kundi hugsa sær komu út á fløgu.

Tí setti hann seg herfyri í samband við tónleikaran og sangaran Símun úr Konoy og spurdi hann, um hann kundi seta lag til og syngja nakrar av yrkingunum inn á eina skivu.

Hesum játtaði Símun, ið hevur sítt egna ljóðstudio, og nú er dreymurin hjá Sofusi vorðin veruleiki – fløgan “Meg minnist” er sum nevnt júst komin á marknaðin.

Av tí at Sofus er trúgvandi hava flestu av sangunum eitt andaligt innihald. Hann hevur eisini sum so mangur annar føroyingurin verið til skips tá ið hann var ungur, tí er stílurin ein blandingur av sjómansvísum og country.

“Lívið umborð” er sangurin um, hvussu stuttligt og spennandi tað stundum er at vera sjómaður. “Farin” eru minningarorðini um góðar vinir, ið eru farnir. “Urðin” er um ein ungan mann, ið datt oman, tá ið menn fleygaðu fugl á eini lítlari føroyskari oyggj. Aðrir sangir eru um mostrina í Nólsoy, um hansara kæru móðir, og um hvussu tað er at verða narraður, tá ið tú ert til skips.

Saman um tikið lýsir fløgan væl lívið hjá okkum føroyingum á fjarskotnu oyggjunum í Norðuratlantshavi. Um gleði og sorg, sjómanslívið, og síðst men ikki minst um hvussu stóran týdning trúgvin hevur, tá ið myrkursins ódnir herja. Tað er plátuhandilin Tutl, ið hevur søluna av fløgunin um hendi.

Givið út hevur: Konoy Music. Orð: Sofus Hansen. Tónleikur og sangur: Símun úr Konoy, 2011.