Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meðan vit bíða eftir dønum

Kontroversielli týski Nobel-vinnarin í fagurbókmentum, Günter Grass, doyði fyri kortum. Allir heimsins miðlar, ið hava nakað uppá seg, hava viðgjørt mannin og rithøvundaverk hansara hesar seinastu dagarnar. Grass var tannáringur undir seinra heimsstríði, og varð onkursvegna fløktur uppí vitleysu gongurnar hjá Adolfi Hitler. Eftir at hann sjálvur umsíðir avdúkaði hetta svarta tíðarskeið í lívi sínum, dittaði ein journalistur sær at ganga nakað nær við spurningum, um skaldsins ungdómliga nazistiska danse macabre. Grass svaraði: “Søgan. Søgan er sum ein tipt kumma. Líkamikið hvussu ofta tú skolar niður, so kemur lorturin uppaftur.” 

Rætt hevði týski høvundin, vit fáa ikki broytt søguna, hon er bara skjalafast betong, men harfyri mega vit vita um hana og skilja processirnar, annars verður tað trupult at leggja framtíðina til rættis á øðrvísi hátt, er tað tað vit ætla.

Saman við várinum er valfjáltur komin á føroyingar, onkrar teirra í hvussu er. Tvey val eru í heinta. Eitt løgtingsval, ið skal sortera nøkur úr rúgvuni, fyri at danska heimastýrið kann stjórnast politiskt, og standa í seyðahøgum standi næstu 4 árini, og so eitt fólkatingsval, sum er beinleiðis avleiðingin av hjálandastøðuni í øldir og heimastýristíðini í góð 67 ár. Og hóast alt hetta fara vit í vikuskiftinum at hátíðarhalda tjóðarinnar savningarsúmboli – Merkinum – ið hevur veittrað yvir teimum ófrælsu Føroyum í trýfjerðingsøld. Paradoksini tróta ikki í hinum løgna landinum.

Heimastýrið var eitt genialt uppfinnilsi. Sæð úr donskum sjónarhorni. Offrið heldur seg vera nakað, men konstruktiónin er tilevnað við eini staðbundnari tyngdarmegi, sum støðugt dregur føroyingin niðureftir í danska siroppinum. Faktorurin ábyrgd, sum annars er óloysiliga tengdur at tí, at stjórna einum sjálvstøðugum landi, er tikin úr skipanini, og tað hevur havt við sær, at kreppurnar meiri enn føroyskir politikarar hava stýrt okkum hesi árini, síðani amtstíðin fekk ein meiri fleksiblan avloysara. Sohvørt sum siroppurin er komin upp undir barkakýlið, hava danir tikið í herðatoppin á okkum, og lært okkum kynstrið at spjálka nakað øðrvísi tey næstu árini. At yvirliva við kunstigum andadrátti ímillum óløgini.

Heimastýrið menti ein kreppukultur, har føroyskir politikarar tveittu ábyrgdarhamin av sær, og sluppu at spæla politikk ímillum afturvendandi og øgiliga uppgangin. Latent lógu loysnirnar uttanfyri systemið. Av fleiri dømum kunnu nevnast bankakrakkini í fimtiárunum, stóra og altavgerandi vinnufyritøkan í Klaksvík fer útav ørvarendanum í sekstiárunum, meginfallittið fyrst í nítiárunum og so fellur Eikin í okkara tíð. Danir taka hvørja ferð um endan og disciplinera systemið við at áseta okkum, bæði við peningaligum valdi og veitingum og lógligum kravboðum, hvussu vit skulu geberda okkum fram til hina næstu kreppuna í heimastýrinum. Hendan læringartíðin til sjálvstýri og sjálvbjargni, sum verða skuldi, tengdi okkum eisini nærri at donskum stuðulsveitingum, soleiðis sum danir altíð ætlaðu - sambært skjalagoymslunum. Ríkisveitingin gjørdist bara ein alt størri partur av føroyskum búskapi. Tað hakaði nakað í, tá vit fingu hetta øgiliga vambakastið í 92 og frameftir, men viljin er aftur, at hendan eksterna leskanin skal vaksa sum frálíður.** Inni í hesi boksini vaks eisini ein heilt serligur politiskur kulturur. Treytaður av donskum pengum. Politiska kjakið hevur, heldur enn at snúgva seg um hvussu føroyska samfelagið kann standa uppi við egnari megi og førleikum, snúð seg um hvussu nógv imperialistiska eitursproytan í Keypmannahavn frá tíð til aðra skuldi spræna inn í føroyska samfelagskroppin, fyri at hann kundi vera gonguførur. Hetta hevur í alt ov stóran mun drenað føroyskan politikk fyri kreativa, skilagóða og framrættaða hugsan.

Ein avleiðing av hesum er, at vit sum eitt undantak halda, at reformar – politiskar umbótanir – sum ájavnt og ásamt mega fremjast fyri at rationalisera samfelagið, als ikki vera gjørdir, í hvussu er ikki fyrrenn danir krevja tað av okkum. Fiskivinnureformurin hevur hesi seinastu árini verið uppi í sævarmálanum í tíð og ótíð, lagaligari at fáast við, tí tað snýr seg um at fylla upp í landskassan, meðan útreiðslusíðan í konstruktiónini er statisk, og bara veksur automatiskt, sohvørt sum óumhugsað gávumildni og dýrtíðin leggja við til bálið. Eg meini so við, ein lítil helmingur av fíggjarlógini fer til almannamál, tørvur og krøv eru óendalig, men politisk megi er ongin – absolut ongin – til at fara inn í kjøtið á hesum bulinum fyri at finna útav, um tað er rættvorðið, at so nógvur olmussupeningur verður díktur niðuryvir føroyingin. Klientgeringin av individinum eskalerar, vælferðarsamfelagið er blivið ein gávubúð, har ongin vil lata, men øll vilja njóta, og skiftandi glaðir gevarar standa innanfyri skivuna soleingi, sum fæ er tøkt, og vit eru á aldukambinum, sum við vissu fer at bróta inn í næstu kreppuna. Orðini hjá Kennedy hava fingið øvutan týdning, her spyrja vit: “Hvat kann landið gera fyri meg, og ikki hvat eg kann gera fyri landið.” Ein onnur síða av danska siropsdansinum.

Valstríðið, um hvør ið skal stjórna danska heimastýrinum tey næstu fýra árini, er sum sagt byrjað. Tá eg varð stillaður upp fyrstu ferð, fyri 31 árum síðani, saman við so góðum monnum sum Peturi Reinert og Signari Hansen, var tað flokkurin, eftir triðja og seinasta uppstillingarfund, sum hátíðarliga alment annonceraði, hvør ið hevði fingið heiðurin lutaðan at stilla upp til løgtingsval. Tá fungeraðu flokkarnir. Nú koma menn og kvinnur bóltandi fram á forsíður og heimasíðuskíggjar og boða frá, at tey stilla upp til val, hetta áðrenn fyrsti uppstillingarfundurin yvirhøvur hevur verið í økisfelagnum. Hetta er tann viðvenda verð. Ábending um, at vit skundisliga de facto førka okkum yvir í eina støðu við 33 einmansvaldømum, hóast valskipanin annars ikki er broytt.

Fyrstu árini virkaðu floksskipaninnar so á leið, kann eg ætla. Samgongur hildu valskeiðini á tamb, tað er ikki fyrrenn í 1980 at kinkur byrjar at koma í - við vali í ótíð. Síðani hevur tað kjálkað ymsar vegir, og okkurt bendir á, at danska heimastýrið í Føroyum eisini hevur ment ein heilt serligan politiskan kultur. Sjálvsagt, tí streingirnir eru fleiri, vinstra-høgra og loysing-samband. Hesin kultururin hevur nú gearað seg upp til tað, at flokkar frammanundan einum vali gera eina eksklusiónsrundu og boða frá, at hasum og hinum samstarva vit ikki við eftir eitt val – og harímillum rekst nú Løgtingið, sum skuldi vera bráðpannan í umboðandi valdi fólksins, har menn og kvinnur orðskiftu seg fram til tær frægastu loysnirnar fólkinum til frama. Heimastýrisparlamentarisman er um at renna seg fasta. Javnaðurin kann ikki samstarva við Fólkaflokkin. Tjóðveldisflokkurin kann ikki samstarva við Sambandið, og ein partur av honum heldur ikki við Fólkaflokkin, og tað seinasta er so, at løgmaður ikki hevur nakað eyga á høpisleysu útgjaringini og spilfeska valspikinum hjá Akseli Vilhelmssyni. Tá flokkarnir so hartil ikki fungera, og 33 skipannarleysir einstaklingar eftir valið bara fara at umboða seg sjálvar í rómahvíta húsinum á Vaglinum, - tá er sorgarleikurin fullkomin.

Í smá fýra ár hevur ein borgarlig samgonga sitið við heimastýrisvaldinum. Fólkaflokkurin hevur tikið sær av praktiska politikkinum, meðan Sambandið fekk eina prístalsregulering í ríkisveitingina donsku afturfyri. Snildi seyrvingurin Jørgen var tann einasti floksformaðurin sum frammanundan valinum seinast skilti, at arbeiðsmegin var niðurmødd og demotiverað av einum vitleysum skattatrýsti á persónligu inntøkum fólksins. Demotiveringin byrjar tann dagin, tú betalir eina promillu omanfyri 50% í felagskassan. Fært tú ikki helvtargagn av egnari inntøku er lítil orsøk til at gera nakað sum helst. Trupulleikin var bara, at Niclasen tók fíggingina frá framtíðini heldur enn samtíðini. Hevði hann megnað at reformera seg fram til finansieringina av lættara skattatrýstinum í hini verandi fíggjarligu cyklus, so hevði onkur helst tikið hattin av fyri honum. Økt atgongd til svimjandi tilfeingi var eisini ein vinningur, men at hall er í heimastýrisfinansunum í mesta hákonjunkturi sum til ber, hartil trivaliga subsidierað umvegis eina vælpolstraða slangu í ríkiskassan danska, tað er ein katastrofa. Einaferð fara sveiggini hinvegin aftur, tað vita vit, og tá fer skuldin bara at vaksa uppaftur meira, fram at teimum mørkum, har danir enn einaferð skulu handtera eina føroyska búskaparkreppu.

Í flestu førum hevði man hildið, at andstøðan kanska var alternativið, somikið markantur hevur politikkurin hóast alt verið hesi seinastu árini. Hvat hendir við Gamla Sjálvstýrinum er ilt at siga, nú stjóraskifti hevur verið á brúnni. Framsókn heldur fram við at magadraga Tjóðveldi fyri øll liberalt og sjálvstøðugt hugsandi individir, skjótt vera bara tey eftir, sum trívast við at ganga í takt, og nú formaður Javnaðarfloksins umsíðir hevði eina meining um okkurt, er útgjaringin so høpisleys, at ongin kann taka flokkin fyri fult longur. Bara tað, at allar nettohýrurnar í landinum nú skulu hava gratis ansingarpláss til avkom síni, ein skattalætti til tey sum ongan skatt bera frammanundan, hevði eg nær sagt, ber boð um, at allur realitetssansur er horvin sum døgg fyri sól. Totalt. Tað snýr seg bara um at bluffa og vaksa um flokkin - kosta hvat tað kosta vil. Og skal ein vaksandi donsk ríkisveiting fíggja ballið, so tekur man tað við í sneiðingini eisini.

Frælsisrørslan, sum endaði í Tjóðveldisflokkinum, er eisini endað í heimastýriskringekjuni. Kompromitterað í gevandi lógvum imperialismunar - sum allir aðrir. Royndin, at gerast ein annar socialdemokratiskur flokkur, sum rennur aftaná einum ikki idiottryggjaðum vælferðarrúsaðum Javnaðarflokki, sum líka leggur í hvør ið eigur hetta landið, og hvør ið fíggjar nýílidna valspikið, tað gevur onga meining. Metrosexuelli Babushka dansurin, sum sigst geva flokkinum góð 18% í undirtøku í eini feskari veljarakanning, eftir 11 ár í andstøðu, átti at fingið onkran at hugsa onkran nýggjan tanka. Í løtuni er flokkurin stórt sæð ikki til uttanfyri høvuðsborg landsins, men tað er nú ikki víst, at ikki onkur nýhugsan finst norðanfyri Hórisgøtu, sum kundi hjálpt illa sperda flokkinum á rætta leið aftur. Tað er hóast alt har, at innløga landsins er.

Líkamikið hvør ið mannar sessirnar úti við radiatorarnar úti í Tinganesi eftir valið, so svimja vit lystiliga víðari fram í danska siroppinum, fram til ta næstu kreppuna, sum er heilt vís, gera vit ikki upp við kreppukulturin, sum er ein íbygdur partur av ábyrgdarloysinum í danska heimastýrinum. Nú eiga vit ongan Samuel Beckett, men hevði hann verið uppi á døgum, hevði hann kanska skrivað okkum leikin: “Hvørjum bíða vit eftir?” og samfelt høvdu vit svarað: “Dønum!”

Kanska fáa vit kortini gjørt okkurt við tipta lokumið hjá Günter Grass, men tað skal annar lútur til enn hann, sum flokkar og valevni higartil hava varta upp við á fólksins torgum. Megna vit ikki áhaldandi at reformera okkum til ein burðardyggan og sjálvbjargnan búskap, so yvirliva vit hvørki sum heimastýri ella fullveldi.