Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Matteus-effektin er sum ein ósjónligur elefantur

Eg fari við hesum at biðja løgmann siga okkum, hvat hann meinar við, tá hann metir, at nýggja, tvungna eftirlønarskipanin gevur okkum øllum javnbjóðis møguleikar.

Skrivað hevur: Maud Wang Hansen

“Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur.”(Matteus 13,12)

Ymiskt er, hvussu langa tíð tað tekur at blása ein elefant upp, so hann gerst sjónligur. Tá eg sigi at eftirønarskipanin er sum tann ósjónligi elefanturin, er tað ikki at gera ov nógv av. Tað ringasta av øllum er, at hann bara veksur og veksur og kemur við tíðini at trampa á flestu av okkum.

Tí fari eg við hesum at biðja løgmann siga okkum, hvat hann meinar við, tá hann metir, at nýggja, tvungna eftirlønarskipanin gevur okkum øllum javnbjóðis møguleikar.

Eftirlønarskipanin er ein álvarsligur snávingarsteinur fyri størri javna millum tey, sum arbeiða í Føroyum, og uppá longri sikt fara vit at síggja eina stóra gjógv millum tey, sum í dag hava góða løn og eftirløn, og øll hini, sum ikki hava møguleika fyri hesum. Vit fara at síggja nógvar fátakar pensjonistar í Føroyum um nøkur ár og ivasamt er tá, hvat fer at henda við uppsparda virðinum hjá tí einstaka. Politikarar hava í hesum døgum víst okkum á, at eingi mørk eru fyri, hvussu tey fara við pengunum hjá fólki, og tað sýnist at vera ein politisk grundhugsan, at tann við lægstu lønini verður harðast raktur, og at hetta heldur á gjøgnum alt arbeðslívið og líka inn í aldurdómin.

Eftirlønarpakkin sum nú er samtyktur á Tingi er størsta gølan fyri føroyska samfelagið

Frá 1.1.2014 í ár hevur samgongan samtykt enn eitt uppskot hjá fíggjarmálaráðharranum. Hesa ferð snýr málið seg um, at tey, sum ikki hava eina eftirlønarskipan, als onga løn skulu fáa. Tvungin uppsparingarskipan er sett í verk og hvør einstakur, sum fær løn, og sum áðrenn árskiftið ikki var eftirlønargevandi, skal nú seta til síðis 1 prosent av hesi løn. Næsta ár 2 prosent og síðani 3 prosent o.s.fr. upp til 15 prosent.

Hvussu kann nakar fegnast um at fara 15 prosent niður í løn?

Tað er ikki víst, at orsøkin til, at ein onga eftirlønarskipan hevur, er, at starvsfólkið ikki hevur ynskt sær eina eftirlønarskipan.

Tað hevur leingið verið við sáttmálasamráðingarborðið, at avtalurnar um eftirløn eru gjørdar og tillagaðar. Flestu løntakarar hava gjørt avtalu um at spara upp til eftirløn, hetta hóast treytirnar fyri uppsparingini eru væl stýrdar av arbeiðagevaranum.

Millum annað hevur Pedagogfleagið haft uppskot um at taka burtur treytina um, at hjálparfólk skulu starvast í eitt heilt ár, áðrenn tey vinna sær rættin til eftirløn. Tað er sostatt ikki limurin ella felagið, sum hevur ynskt hesa diskriminering, men arbeiðsgevarin, sum hevur tvíhildið um, at tað ikki skal broytast. Treytin var, at allir hinir limirnir í felagnum skuldu rinda fyri broytingina. Við einari lønarhækkan, sum liggur langt undir prístalinum, sigur tað seg sjálvt, at hetta kann ikki koma uppá tal. Vit mugu sostatt ásanna, at arbeiðsgevarin og politiska skipanin, sum varðar av fíggjarmálum og av sáttmálaøkinum, ikki hevur áhuga í, at hesir lægstløntu borgarar skulu hava somu sømdir sum hini uttan at rinda fyri tað.

Kostnaðurin er 1 prosent av einari tímaløn, sum liggur væl undir arbeiðsmannalønini. Sostatt fara tey lægstløntu í samfelagnum niður í løn fyri at rinda sambært tvungnu skipanini. Sama er galdandi fyri kvinnur, sum eru í barsilsfarloyvi, tær skulu nú rinda 1 prosent av barsislgjaldinum til tvungnu uppsparingina. Hetta meðan løgmaður sigur, at tingfólk og landstýrisfólk “kvitt og fritt” FÁA 15 prosent afturat lønini galdandi frá 1.1.2014, og hann leggur aftrat: “At so hava øll javnbjóðis møguleika fyri at vinna eftirløn.” Tað er villeiðandi at siga so, og tað er beinleiðis skeivt. Eg kundi ynskt at løgmaður kundi greitt frá, hvussu hann metir hetta at verða javnbjóðis møguleikar.

Tey sum starvast í skiftivaktum verða hart rakt um nøkur ár

Pedagogfelagið varðar í dag av á leið 420 ársverkum á landsins stovnum í Almannaverkinum, sum arbeiða í skiftivaktum, og sum í dag ikki fáa eftirløn av allari lønini. Tey fáa bert eftirløn av føstu lønini, og sostatt onga eftirløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð, viðbótum við meira.

Tá virðið av samlaðu lønini verður roknað saman, er eftirlønarprosentið ikki tað sama, sum tá tað bert verður roknað av fastari løn. Í summum førum eru gjøldini sum liggja uttanfyri føstu lønina ein stórur partur av samlaðu løninini. Tá so er hevur eftirlønargjaldið eitt munandi lægri virði. Tað ganga nøkur ár, uttan at nakað broytist viðvíkjandi lønini, men tá so kravda uppssparingarprosentið fer uppum virðið av inngoldnu eftirlønini, ja so standa øll hesi starvsfólk frammanfyri einum lønarniðurskurði, líka til samlaða prosenttalið er 15 prosent av allari lønini.

Tey sum enn ikki eru komin uppá 15 prosent í eftirlønargjaldi, fara at merkja kravdu uppsparingina, tá loftið er rokkið, og fara tá at merkja ein lønarniðurskurð. Fyri limirnar í Pedagogfelagnum er eftirlønargjaldið í dag ávíkavist 10, 12 og 14 prosent.

Eftirlønargjaldið á 10 og 14 prosent hjá starvsfólkunum, sum starvast hjá landinum, hevur bert fult virði, um eftirlønin í dag verður goldin av allari lønini, meðan lønin sum í dag hevur onnur gjøld, viðbøtur o.a. tengt at sær, hevur eitt lægri virði.

Hjá starvsfólkunum, sum hava 10 og 12 prosent og sum starvast á dagstovnaøkinum í kommununum, verður eftirløn goldin av nærum allari lønini.

Hjálparfólk, sum starvast fyrstu 12 mánaðirnar, hava als ikki rætt til eftirløn og fara tískil niður í løn við 1 prosenti. Tó eru nøkur undantøk fyri henda bólk. Lógin sigur, at tey sum eru yngri enn 21 ár, verða ikki kravd at spara upp til eftirløn, heldur ikki tey, sum eru fødd áðrenn 1.1.1954.

Har sum Pedagogfelagið longu hevur gjørt avtalu sambært sáttmála um eftirlønina hjá limum, verða limir at rinda eftirløn eins og tey gera nú.

Maud Wang Hansen

forkvinna, Føroya Pedagogfelag

Kelda: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/matteus-effektin-er-sum-ein-osjonligur-elefantur-163/