Matstovan letur upp
Leygardagin, 11. juli kl. 11.00 letur matstovan í SALT upp í nýggjum hami. Í matstovuni kanst tú njóta eitthvørt leskiligt, samstundis sum at tú kanst njóta tað sjáldsama góða útsýni út yvir Trongisvágsfjørð.
Nógv fólk ferðast til Suðuroyar í summar, og vit gleða okkum til at taka ímóti bæði ferðandi og fastbúgvandi, og at bjóða tykkum eitthvørt gott og leskiligt undir góman.
Opið verður hvønn dag millum kl. 11 og 18.