Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óli Johansen, Jón B. Niclasen, Søren Bunk Larsen, Svanna Justinussen, Stein Fossá og Antines Iversen.

Matrikulmaður aftur á slóðina

Í farnu viku vitjaði Søren Bunk Larsen fyrrverandi starvsfelagar sínar á Umhvørvisstovuni.

Søren Bunk Larsen, ið er dani, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann nýtti høvið at vitja fyrrverandi starvsfelagar sínar á Umhvørvsistovuni. Søren Bunk Larsen, sum er landinspektørur, er 78 ára gamal, og hann arbeiddi sum deildarleiðari á Matrikulstovuni frá 1972 til 1983.

Fleiri av starvsfeløgunum hjá Bunk, sum hann vanliga varð kallaður, arbeiða enn á Umhvørvisstovuni. Tey høvdu sett hvørjum øðrum stevnu og prátaðu lystiliga um farnar dagar. Hóast nærum 30 ár eru gingin, síðani Bunk fór frá Matrikulstovuni, er Bunk ikki nógv broyttur, hvørki í sinn ella skinn. Eftir hugnaligu løtuna varð farið út í góðveðrið at taka eina felagsmynd.

Á myndini síggja vit frá vinstru: Óli Johansen, Jón B. Niclasen, Søren Bunk Larsen, Svanna Justinussen, Stein Fossá og Antines Iversen.

Eftir at Bunk fór frá Matrikulstovuni, hevur hann bæði undirvíst á Aalborg Universitetscenter, á Landboháskúlanum og á Horsens Tekniske skole. Harumframt hevur hann arbeitt sum landinspektørur í Skive.

Søren Bunk Larsen og kona hansara, Birthe, búgva í dag í Vejle í Danmark.