Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mátingarnar av plantuæti á Landgrunninum lidnar fyri í ár

Um várið og summarið kannar Havstovan hvørja viku nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum. Hetta eru mikroskopiskar plantuverur, ið antin beinleiðis ella óbeinleiðis eru føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum. Mátingarnar eru nú lidnar fyri í ár og verða tiknar uppaftur komandi vár.

Várgróðurin kom til vanliga tíð í ár, sum er seint í apríl mánaði. Men tíðarskeiðið við nógvum plantuæti vardi stutt og longu um mánaðarskiftið mai-juni minkaðu nøgdirnar nógv, og restina av summarinum var lítið av plantuæti á Landgrunninum (Mynd 1).

Mynd 1. Nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum, miðal fyri árini 1997-2011 (grøna strikan) og í 2012. Sjógvurin er úr Skopunarfirði og er tikin úr innsúgvingini á Lívfiskastøðini í Skopun.

At gróðurin á Landgrunninum er minkaður aftur tíðliga um summarið, er eitt mynstur, sum hevur verið serliga týðiligt hesi seinastu árini. Í miðal fyri øll árini, ið máta hevur verið (síðani 1997), hevur mest verið av plantæti miðskeiðis á sumri, tó at nøgdirnar hava verið ójavnar frá ári til annað.