Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mátingar av heitum Atlantssjógvi móti Arktis halda fram

Dan Klein --- 17.06.2017 - 09:00

Magnus Heinason er júst komin aftur av túri, har streymmátarar eru settir út. Hetta er gjørt fyri framhaldandi at máta mongdina av heitum Atlantssjógvi, ið floymir inn í Norðurhøv, og av ísakøldum sjógvi, ið fossar suður gjøgnum Bankarennuna.

Mátingarnar byrjaðu fyri meira en 20 árum síðani. Sum liður í nýggju verkætlanunum Blue Action: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111 og FARMON: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111, settu vit tveir streymmátarar á Fugloyatunguna, fyri at máta hvussu nógvur sjógvur streymar frá Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar og suður í Hetlandsrennuna. Hetta rák hevur týdning fyri, hvussu stórur partur av Atlantssjónum vinnur heilt norður í Arktis, har minkandi nøgdin av havísi kann hava stóra ávirkan á bæði vistfrøði og veðurlag um okkara leiðir.
 
Eisini vóru okkara afturvendandi mátingar av hita, saltinnihaldi, nøgd av plantuæti og konsentratión av oksygeni gjørdar, hesaferð av Landgrunninum og eftir tveimum skurðum suður móti Hetlandi. Sera nógv plantuæti er enn kring Føroyar (sí eisini tíðindi: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=669:litfagurt-aeti&catid=7:tidhindi&Itemid=180 frá 30. mai 2017 og Mátingar av plantuplankton: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=15&Itemid=120), sum boðar frá nógvum gróðuri og tískil helst væl av mati til fugl og fisk.
 
Øll túrfrágreiðingin kann lesast her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2017/FRAG1726.pdf